Deildarleiðari til frítíðarskúlan í Heildagstilboðnum í Skúlanum á Trøðni.
Skúlin á Trøðni leitar eftir einum eldhugaðum deildarleiðara til frítíðarskúlan í Heildagstilboðnum at byrja 1. august 2026.
Um Heildagstilboðið
Heildagstilboðið er partur av Skúlanum á Trøðni, sum er eitt tilboð, ið fevnir um børn, ið hava gagn av, at skúli og frítíðartilboð eru á einum og sama staði. Heildagstilboðið er skipað við skúla og frítíðarskúla á sama stað og er mannað við einum føstum og dugnaligum toymi av starvsfólkum, ið arbeiða við samanhangandi námsfrøði og greiðum strukturi og mannagongdum.
Heildagstilboðið verður skipað undir leiðslu av skúlastjóranum í Skúlanum á Trøðni. Heildagstilboðið verður harumframt skipað við varaleiðara/deildarleiðara. Skúlastjórin hevur evstu leiðslu av heildagstilboðnum.
Okkara mál er at skapa tryggleika, trivna og bestu menningarmøguleikar til hvørt einstakt barn í einum sunnum felagsskapi.
Starvið
Starvið sum deildarleiðari í frítíðarskúlanum er eitt tvíbýtt starv, har leiðarin:
· arbeiðir uml. helvtina av tíðini á gólvinum saman við børnunum og starvsfólkunum
· arbeiðir uml. helvtina av tíðini við leiðslu‑ og fyrisitingaruppgávum
· hevur dagliga leiðslu og námsfrøðiliga ábyrgd av frítíðarskúlanum.
Ábyrgdar‑ og uppgávuøki
· Daglig leiðsla og skipan av frítíðarskúlanum.
· Námsfrøðilig vegleiðing og sparring við starvsfólk
· Skipan av arbeiði, mannagongdum og strukturum
· Samstarv við foreldur, leiðslu og aðrar stuðulseindir
· Luttøka í menning av Heildagstilboðnum sum partur av øllum skúlanum
· Tryggja samanhangandi námsfrøði millum skúlatíð og frítíð
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
· hevur námsfrøðiliga útbúgving (námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving)
· hevur royndir við børnum við serligum tørvi
· dugir at arbeiða bæði strategiskt og praktiskt
· ert nærverandi, skipað/-ur og ábyrgdarfull/-ur
· hevur góð samskiftisevni á føroyskum, munnliga og skrivliga
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir.
Vit bjóða
· Eitt spennandi og fjølbroytt starv við bæði leiðslu og praksis
· Møguleika at seta tín dám á menningina av Heildagstilboðnum
· Eitt arbeiðspláss við dugnaligum og fakliga sterkum starvsfelagum
· Námsfrøðiliga vegleiðing, ráðgeving og møguleika fyri skeiðum
· Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, virðing og samstarv eru í miðdeplinum
Lønar‑ og setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála. Setanarbrotið og løn verða ásett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið er sáttmálasett.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
sat@sat.fo viðmerk: Deildarleiðari til frítíðarskúlan
Umsóknarfreist: 8. juni kl 12.00
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 25
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við:
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra
Tlf.: 283213