Búmerkið hjá felagnum
26. mai 2026

Námsfrøðingur til Kaldbaks skúla .

Hetta starvið verður lýst leyst at søkja frá 1. August 2026 í Kaldbaks skúla

  • Starv sum námsfrøðingur í skúla og forskúla, tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/27.
    Setanarbrotið liggur millum 0,72 og 0,82. Endaliga setanarbrotið verður ásett 1. Septembur 2026


Um skúlan:

Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru.
Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 22 næmingar frá 1. til og
við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivaði í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl.
7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum
lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og
ítróttardegi.


Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi. Tú dugir væl at samstarva og
dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í
undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.

Starvið í skúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið,
meðan setanarparturin í forskúlanum verður løntur sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
KAF.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2026 kl. 12.00.


Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk ´starv`.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.