Skúlin á Trøðni leitar eftir námsfrøðingum.
Ynskir tú at arbeiða í einum mennandi og fakliga sterkum sernámsfrøðiligum umhvørvi? Ynskir tú at gera mun í gerandisdegnum hjá børnum og ungum við serligum tørvi?
Nú hevur tú møguleika til at gerast partur av okkara toymi.
Lýst verður eftir
- Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað fulltíðarstarv til skúlaárið 2026/27
- Tveimum námsfrøðingum fulla tíð – føst størv
- Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. des 2026, vegna barsil
- Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í starv sum hjálparfólk
Skúlan á Trøðni
Skúlin á Trøðni er ein serskúli í Havn, ætlaður børnum og ungum við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár – í serligum førum til 21 ár. Skúlin virkar sambært løgtingslóg um serskúla og tekur ímóti næmingum úr øllum landinum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í vanligum skúlaumhvørvi.
Undirvísingin í skúlanum verður skipað við støði í tørvi og fortreytum hjá tí einstaka næminginum. Vanliga eru 2 – 4 næmingar í hvørjum flokk, og frálæran verður skipað í tøttum samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar. Mál okkara er at menna næmingarnar fakliga, sosialt og persónliga – og at gera teir so sjálvbjargnar og sjálvstøðugar sum gjørligt.
Vit leggja stóran dent á góðan trivna og eitt umhvørvi, har næmingar og starvsfólk kenna seg væl og eru partur av einum felagsskapi, ið byggir á álit, tolsemi og virðing.
Vit arbeiða miðvíst við at:
· menna næmingar fakliga, sosialt og persónliga
· styrkja sjálvbjargni og sjálvstøði
· skapa eitt tvørfakligt umhvørvi við trygd og menning í hásæti
Um starvið
Sum starvsfólk í Skúlanum á Trøðni arbeiðir tú sera tætt saman við tínum starvsfeløgum í dagliga virksemi skúlans. Tú verður eisini ein týðandi partur av arbeiðinum í at menna einstaka næmingin og at skapa ein sunnan og inkluderandi felagsskap.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
· at stuðla næmingum í læring og menning
· at menna sosialar og persónligar førleikar
· at vera við til at skapa struktur og tryggar karmar í skúlanum
· at luttaka í fakligum og tvørfakligum samstarvi
Vit ynskja okkum, at tú:
· hevur áhuga fyri, og møguliga royndir við, at arbeiða við børnum og ungum við serligum tørvi
· hevur góð samstarvsevni
· dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
· arbeiðir við tolni, nærveru og virðing
· hevur áhuga í fakligari menning
· tosar og skilir føroyskt
Vit bjóða:
· eitt spennandi og týdningarmikið starv
· eitt fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi
· tøtt samstarv við dugnaligar starvsfelagar
· møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning
· eitt arbeiðspláss, har trivnaður og felagsskapur eru í hásæti
Trivnaður, tryggleiki og felagsskapur eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett samsvarandi galdandi sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tann, ið settur verður í starv, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum
skulu sendast til: sat@sat.fo, merkt «starv, námsfrøðingur»
Umsóknarfreist: 10. Juni 2026 kl 12.00
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við:
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra, á tlf. 283213
Setanarsamrøður
Setanarsamrøður verða hildnar stutt eftir umsóknarfreistina.