Námsfrøði størv á Skúlatrøð 2026/2027 .
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026:
• 2 føst størv á uml. 1232 árstímar (setanarbrot 0,7) í sertilboði
• 2 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2026 til 31. juli 2027 uml. 1232 árstímar
(setanarbrot 0,7) í sertilboði
• 3 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2026 til 31. juli 2027 uml. 440 árstímar
(setanarbrot 0,25) í sertilboði.
Førleikakrøv:
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðingarnir:
• Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
• Vilja arbeiða eftir ásetingini til sjálvstýrandi toymi, sum inniber fakligt, didaktiskt,
námsfrøðiligt og sosialt arbeiði
• Vilja samstarva við starvsfólkum skúlans við at fyrireika, gjøgnumføra og
eftirmeta menning næminganna
• Vilja samstarva í sjálvstýrandi toymum og í flokstoymum skúlans
• Vilja førleikmenna seg innan co-teaching og onnur viðkomandi økir
• Eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hava áræði til at taka ábyrgd
• Eru stundislig og nærløgd.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21, 23 og 24. Hjálparfólk
verða flokkað í lønarflokkunum 3-9.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við hugarensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2026 kl. 15.00.
Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo ella
sendast til
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf.
780202, ella senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 770 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. Av hesum ganga uml.
60 næmigar á serdeild skúlans. 80 lærarar og 12 námsfrøðingar arbeiða í
skúlanum. Meiri kunning um skúlan sæst á heimasíðu skúlans www.skulatrod.fo .