Búmerkið hjá felagnum
27. mai 2026

Námsfrøðingur til Skúlan á Giljanesi 2026-27 .

Námsfrøðiligt stuðulsstarv er nú leyst at søkja í Skúlanum á Giljanesi.

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ‘standa saman um barnið’ í Vágum, brennir tú fyri at hjálpa børnum,
sum ikki altíð passa inn í “vanliga” kassan, til at trívast sosialt og fakliga, og vil tú gerast partur av
einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt starv, sum námsfrøðiligur stuðul
í Skúlanum á Giljanesi.

Skúlaárið 2026-27 tørvar okkum:

• 1 námsfrøðing í fast starv, við setan frá 1. August 2026 við setanarbrotið 0.7.
   
Um starvið

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum undir ábyrgd leiðslunnar, og í samstarvi við starvsfólk skúlans,
tekur lut í dagliga virksemi skúlans, vil menna seg sjálvan og skúlan, sýna næmingunum eldhuga og
vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin. Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at
kunna laga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.

Vit vantan, at tú:

• dugir at samstarva.
• er fyrikomandi.
• er fús/ur at taka á teg uppgávur og avbjóðingar, sum eru í gerandisdegnum í skúlanum.
• vil menna teg sjálva/n og skúlan.
• er stundvís/ur og røkin.
• sær virðið í felagsskapin.
• torir at bjóða mørkunum av.
• hevur góðar kt-førleikar.

Førleikakrøv

Umsøkjarar, við prógvi sum námsfrøðingur, og umsøkjarar sum fáa prógv í summar kunnu søkja
starvið á jøvnum føti. Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum kunnu hava fyrimun.

Um skúlan

Skúlin á Giljanesi er partur av verkætlanini ‘Saman um barnið’. Hetta merkir, at vit arbeiða undir
einari felags barnafatan, sum byggir á barnarættindasáttmálan. Endamálið hjá skúlanum er í
samstarvi við heimið og hinar stovnarnar á oynni at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi tilboð
frá 1. Flokki til loknan fólkaskúla. Við trivnaði, samstarvi og felagsskapi er lærdómur okkara
aðalmál.

Í Skúlanum á Giljanesi ganga væntandi 295 næmingar í 1.-9. flokki komandi skúlaár.

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fast starv við setanarbroti á 0,7 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Tann, ið settur verður í starv, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til
ester.poulsen@skulin.fo, merkt “Starv, námsfrøðingur” í seinasta lagi hósdagin 4. juni kl
15:00.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Væntandi verða samrøður í viku 24.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Ester Poulsen á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til
ester.poulsen@skulin.fo.