Námsfrøðingar og hjálparfólk .
Vit søkja eftir 6 námsfrøðingum ella hjálparfólkum, at arbeiða ímillum 25 og 40 tímar um vikuna, at byrja
3. august 2026 ella eftir nærru avtalu.
Eisini søkja vit eftir barsilsavloysara, 34 tímar um vikuna, at byrja 01.07.2026.
Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.
Størvini eru í vøggustovu í aldrinum 0 til 3 ár og barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 5/6 ár.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein
innihaldsríkan, mennandi og góðan dagligdag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina),
svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga.
Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi
barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig
Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummælum, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 07.06.2026, kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo