Búmerkið hjá felagnum
28. mai 2026

Námsfrøðingar, hjálparfólk og avloysarar til stovnin við sál og søgu.

Mitt í hjartanum av Tórshavn, millum søgu, sjógv og smábarnalátur liggur Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður – ein stovnur við sál, hjarta og lívi!

Vit leita eftir námsfrøðingum ella hjálparfólkum til vøggustovu og barnagarstovu. Talan er fulltíðarstarv, men møguleiki er at tillaga tímatalið eftir tørvi.

Námsfrøðilesandi eru somuleiðis vælkomnir at søkja størvini. Vit hava námsfrøðing á øllum stovum og hjálparfólk, ið hava verði leingi í starvi.

Kanska ert tú júst tann, ið vil vera partur av einum arbeiðsplássi, har søgan røkkur aftur til 1949 – men har námsfrøðin livir í nútíðini. Vit eru ein sjálvsognarstovnur, har ein nevnd stendur á odda – men tað eru vit starvsfólk, sum skapa gerandisdagin saman við børnunum. Her er rúm fyri bæði ábyrgd og hugflogi.

Á stovninum eru tríggjar stovur:

  • Bólið – Vøggustova
  • Reiðrið - Barnagarður
  • Látrið - Barnagarður
     

Vit bjóða tær:

  • Fyrireikingartíð!
  • Rúm fyri nýhugsan og forvitni
  • Pláss til at brúka tínar námsfrøðiligu førleikar og góðu hugskot
  • Góðar og álítandi starvsfelagar
  • Ein søguligan og rúmligan stovn
     

Vit vóna, at tú:

  • Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Hevur hug og hegni at virka fyri at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • Hevur yvirlit, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Hevur lætt við at samstarva við bæði stór og smá
  • Dugir at síggja loysnir – eisini tá dagurin er eitt sindur villari enn vanligt
  • Tolir at fáa eitt sindur av sandi í lummarnar og klistrut klemm frá glaðum børnum

Um eingin námsfrøðingur søkir, loyva vit okkum at søkja aftur seinni – men vit vóna veruliga, at tú longu ert farin at skriva umsóknina!

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvsbyrjanin er 01.07.26 ella eftir avtalu.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn viðkomandi, ið verður settur, byrjar í starvinum.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 19.06.26.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Eivinsdóttir Zachariassen á tlf. 212253