Búmerkið hjá felagnum
04. jun. 2026

Erranteri, childisme og at reika: Faklig samrøða um barndóm, fólkaræði og dekoloniala námsfrøði við Walter Kohan, Maria Louise Larsen Hedegaard og Gretu Jiménez.

Áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” og Føroya Pedagogfelag bjóða inn til almenna ráðstevnu í Smæruni – 15 Juni kl. 14.00 til 17.00

Um ráðstevnuna siga tey trý:

Konferencen samler tre perspektiver på barndom, læring og pædagogisk praksis: at reika, childisme og erranteri. Fælles for perspektiverne er en interesse for barndom som noget, der ikke blot skal styres mod fremtidige mål, men som en levende, relationel og politisk betydningsfuld livsform her og nu. Med afsæt i færøske pædagogiske praksisser, childistisk demokratitænkning og Walter Kohans arbejde med erranteri undersøger konferencen, hvordan pædagogik kan åbne for andre måder at forstå tid, viden, deltagelse og omsorg på. Samtidig spørger vi, hvordan dekoloniale perspektiver kan udfordre lineære udviklingslogikker, målstyring og globale styringsmodeller i arbejdet med børn.

Walter Omar Kohan er professari í filosofi og námsfrøði við Universidade do Estado do Rio de Janeiro og ein altjóða viðurkendur granskari innan filosofi um barndóm og útbúgving. Í sínum arbeiði granskar hann, hvussu børn ikki bara eru móttakarar av útbúgving, men eisini virknir hugsandi luttakarar, sum kunnu vera við til at skapa nýggjar mátar at skilja heim og samfelag. Granskingin hjá Kohan er serliga viðkomandi í einari tíð, har útbúgvingarskipanir kring heimin í vaksandi mun verða merktar av standardisering og málstýring. Hansara sjónarmið lata upp fyri námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum geva størri rúm fyri forvitni, hugsan og samrøðu.

Maria Louise Larsen Hedegaard er granskari innan námsfrøði og barndómsgransking við serligum fokus á luttøku hjá børnum, demokrati og sjónarmið hjá børnum í útbúgving og námsfrøðiligum stovnum. Í síni gransking arbeiðir hon millum annað við hugtakinum childism, sum setur sjóneykuna á, hvussu børn ofta verða sett til viks í samfelagnum og í stovnum, og hvussu námsfrøði kann mennast, so royndir og sjónarmið hjá børnum verða tikin í álvara sum ein partur av demokratiskari praksis.

Greta Jiménez er kend okkara millum. Greta hevur gjørt ph.d ritgerðina “At reika” i den færøske daginstitution: En de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet." Tað er umvegis hennara gransking í námsfrøðini í Føroyum, sum hevur knýtt samband millum hesi trý. Í løtuni arbeiða Greta og Marie Louise í einum granskingarsamstarvi um eina grein til eitt altjóða temanummar um childism, dekolonialitet og interkulturalitet í námsfrøði.

Ráðstevnan er skipað við uppleggum frá teimum trimum gestunum, umframt at lagt verður upp til luttakarar samrøða um evnið í mun til námsfrøði og námsfrøðiliga praksis í Føroyum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum starvast á dagstovnaøkinum, tykkum lesandi, tykkum sum útbúgva til dagstovnaøkinum og tykkum, sum politiskt taka avgerðir vegna økið.