Stýrið í NLS – Nordiska Lårarorganisationers Samråd – hevur havt fund í Íslandi í vikuni..
Tað er ein framíhjárættur fyri Føroya Pedagogfelag at vera partur av NLS, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum at fylgja við, hvat rørir seg innan pedagogikk og læru- og undirvísingarøkið í Norðanlondum, soleiðis at vit støðugt kunnu menna okkum og styrkja pedagogiska økið í mun til samfelagsmenning og broyting.
Tað er eingin loyna, at innan barnagarðsøkið eru vit í flestu førum langt aftan fyri onnur Norðanlond, tá tað ræður um at síggja og fata barnagarðslívið sum ein týðandi part av lærings- og útbúgvingarlívinum hjá føroyskum børnum.
Avleiðingin av hesi ráðandi paradigmu innan barnalív í barnagarði er, at politiskt raðfesta vit ikki fakkunnleika, útbúgving og førleikamenning fyri pedagogar, eins og vit gera fyri eitt nú lærarar. Heldur ikki raðfesta vit sum samfelag, at skráseta ella savna inn data um barnagarðsøkið og børn undir skúlaaldri, og vit hava tí eingi hagtøl at arbeiða við, tá vit tosa um, ella viðgera børn undir skúlaaldri.
Ábyrgdin av hesum liggur hjá hvørji einstakari kommunu, og okkum vitandi er enn eingin kommuna, sum arbeiðir miðvíst við at skráseta og savna hagtøl á barnaøkinum. Tí er sera trupult fyri okkum at gjøgnumskoða eitt nú demografiskar broytingar, sum fara fram í okkara samfelag, og at veita eitt pedaogiskt tilboð sum rakar rætt. Við vitanini, sum hagtøl kundu veitt, hevði verið møguligt hjá kommununum at skipa økið betur við eitt nú førleikamenning og pedagogiskum amboðum til pedagogar og onnur starvsfólk.
Fyri at styrkja og menna læringspallin fyri børn 0-7 ár, er okkara ynski, at myndugleikin, ið varðar av børnum undir skúlaaldri, fer at arbeiða fram í móti eini fatan av barnalívinum, sum er nærri tengt at, hvussu vit sum samfelag fata formellu lærings- og undirvísingarpallin fyri børn 7 ár og upp. Tað er umráðandi at vit knýta barnalívið undir skúlaaldur tættari barnalívinum eftir skúlaaldur, tí arbeiði, sum verður gjørt áðrenn skúlaaaldur, hevur týdning fyri hvussu børn megna skúla- og útbúgvingarlívið uppá langt sikt. Barnagarðslívið leggur lunnar undir trivnað, menning og læringsmøguleikar, tá barnið er komið í skúla.
ECEC stendur fyri Early Childhood Education and Care, sum á føroyskum kann týðast til: læring og umsorgan fyri smábørn, ella barnagarðs- og forskúlaøkið.
Talan er um skipað tilboð til børn frá føðing og fram til skúlabyrjan, har dentur verður lagdur á bæði:
- menning og læring (málslig, sosial, kenslulig og kropslig menning)
- umsorgan og trivnað
- spæl og sosialt samspæl
Fyrireiking til skúlagognd ECEC fevnir um: vøggustovur, barnagarðar, dagrøkt, forskúlatilboð, og onnur pedagogisk tilboð til smábørn. Hugtakið verður nógv brúkt í altjóða gransking, útbúgving og politikki, serliga tá tosað verður um týdningin av góðum barnaárum fyri menning, javnrætti og læring seinni í lívinum.
ECEC er tætt knýtt at skúla og framtíðar læringslívi hjá barninum, tí tað verður sæð sum fyrsta stigið í útbúgvingarskipanini. Endamálið er ikki at gera smábørn “skúlaklár” við undirvísing, men at leggja eitt gott grundarlag fyri læring og trivnaði seinni.
Sambandið millum ECEC og formellari læring seinni í lívinum sæst m.a. í hesum:
- Málslig menning: Børn menna mál, samskifti og orðfeingi, sum eru týdningarmikil fyri lesing og læring í skúlanum.
- Sosialar førleikar: Børn læra at samstarva, lurta, bíða eftir tørni og loysa ósemjur - førleikar, sum eru sentralir í skúlahøpi.
- Læringsførleikar: Gjøgnum spæl og virksemi venja børn forvitni, hugsavnan, sjálvstøði og evnini at læra nýtt.
- Kontinuitetur millum stovn og skúla: Nógv lond arbeiða við at gera skiftið frá barnagarði til skúla so trygt og samanhangandi sum møguligt.
- Fyribyrging og javnrættur: Góð ECEC-tilboð kunnu stuðla børnum, sum hava tørv á eyka hjálp, áðrenn trupulleikar gerast størri í skúlanum.
Í nútímans pedagogikki verður ECEC tí ofta sæð sum ein týdningarmikil partur av allari læringsleiðini hjá barninum - ikki bara “ansing”, men eisini menning, læring og fyrireiking til lívið í skúla, útbúgving og samfelag sum heild.
Vit hava ikki siðvenju at hugsa barnagarðsárini sum lærandi eins og eitt nú skúlin, men leggja heldur dentin á umsorganarpartin og ansingarpartin, sum eitt berandi grundarlag fyri barnalívinum áðrenn skúlabyrjan.
Skulu vit tryggja øllum føroyskum børnum eina góða og mennandi lærings- og útbúgvingarleið, so mugu vit tryggja børnunum atgongd til pedagogar og starvsfólk, sum eru fakliga kvalifiserað til pedagogiskt arbeiði, og sum hava førleikar at skapa karmar fyri málsligari, sosialari, kensluligari og kroppsligari menning heilt frá vøggustovu.
Eitt nú hava vit eina vaksandi avbjóðing við málmenning hjá børnum, bæði børnum við útlendskum foreldrum, og føroyskum børnum, tá tey hava stóra atgongd til tilfar við enskari talu. Vit síggja avbjóðingina heilt niður í vøggustovualdur, og tí eiga vit at seta størri sjóneyku á málmenning frá byrjan. Í skúlahøpi sæst, at børn hava eitt ov fátækt orðafeingi í dag. Skulu vit styrkja og økja um orðfeingið hjá børnum, so krevur tað at vit samtala, fara í dialog við barnið, og geva barninum atgongd til eitt stórt og breitt orðafeingi. Hetta krevur eina tilvitaða fakligheit, sum kann leggja arbeiðið til rættis, útinna, eftirmeta og tillaga so hvørt. Munurin millum Føroyar og hini norðanlondini er, at føroyskt er eitt so “lítið” og tí eisini sárbart mál, og tí er alneyðugt at vit seta størri sjóneyku á málmenning og málbrúk.
Við størri fakligheit á staðnum, fyribyrgja vit, at vit seinni mugu heita á serkunnleika og seta inn við eyka tímum og eyka ressoursum rundanum børnini, sum seinni kemur at kosta kommunum og landi nógv í eykajáttan og játtan til serligan tørv.
Samanumtikið eru Norðanlondini í NLS samd um, at fakkunnleiki og førleikamenning hjá pedagogum og lærarum er vegurin fram, skulu vit menna og styrkja okkara børn til virknar samfelagsborgarar í nútíðar – og framtíðar samfelagnum.
Fakliga sterkir pedagogar eru ein sera týðandi partur av einum framtíðar vælferðarsamfelag. Føroya Pedagogfelag ynskir, og fer í framtíðini at arbeiða fyri, at vit í Føroyum leggja dent á ECEC, eins og okkara grannalond gera, og á henda hátt tryggja, at læringin hjá føroyskum børnum gerst samanhangandi og dygdargóð.
Sanna á Løgmansbø
Forkvinna