Álitisfólkaskipanin – bindilið millum arbeiðsgevara, starvsfólk og fakfelag, sum tryggjar góð arbeiðsviðurskifti, og at sáttmálin partanna millum verður hildin á øllum arbeiðsplássum..
Álitisfólkaskipanin hjá Føroya Pedagogfelagi er uppi í eldra partinum av álitisfólkaskipanum í landinum, og er ein avtala millum Føroya Løgting/Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Skipanin byggir á eina avtalu partanna millum, sum skal tryggja, at sáttmálin á økinum verður hildin. Skipanin er eitt úrslit av áhaldandi arbeiði hjá fakfelagnum at vinna rættindir til starvsfólk á pedagogiska økinum í øllum landinum. Hon er eitt úrslit av vunnum rættindum, soleiðis at arbeiðsviðurskifti og sáttmáli altíð verða vird og hildin.
Í Føroya Pedagogfelagi eru um 90 álitisfólk, ávikavist undir kommunum og landi. Avtalan sigur, at tá tað á einum arbeiðsplássi starvast í minsta lagi tríggir limir hjá Føroya Pedagogfelagi, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisfólk. Fevnir eitt arbeiðspláss um fleiri deildir, skulu deildirnar roknast sum sjálvstøðugt arbeiðspláss.
Álitisfólk sita eina 2-ára setu, har tey virka sum talsfólk limanna, og hava, saman við leiðsluni, ábyrgd av at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum, og saman við leiðsluni syrgja fyri góðum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum.
Álitisfólkaskipanin er ein partur av limaskapinum og limarøktini hjá limum í Føroya Pedagogfelagi. Fyri at varðveita eina góða skipan sum okkara, so er neyðugt at hava starvsfólk, sum kunnu samskipa, undirvísa og støðugt menna skipanina. Hetta gera starvsfólkini í umsitingini í Føroya Pedagogfelagi saman við nevnd, forfólki og álitisfólkum.
Álitisfólkaskipanin hjá Føroya Pedagogfelagi er tryggja við limaskapi og limapengum, sum allir okkara limir gjalda. Tískil er neyðugt at verða limur í Føroya Pedagogfelagi fyri at kunna fáa lut í, og gagn av álitisfólkaskipanini, sum felagið hevur ment ígjøgnum tíðina.
Føroya Pedagogfelag raðfestir eina góða og sterka álitisfólkaskipan, og tí leggja vit nógva orku í at skipa okkara álitisfólkafundir við undirvísing og skeiðum, soleiðis at okkara álitisfólk verða væl ílatin til at umsita sessin sum álitisfólk. Árliga skipa vit tí fyri 4 fundum; 3 heildags- og ein hálvdagsfund, har ymiskt viðkomandi verður gjøgnumgingið saman við álitisfólkum. Eitt nú verður undirvíst í sáttmála og lógum felagsins, og í uppgávuni at vera hjásiti.
Sum eitt av størstu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum metir Føroya Pedagogfelag, at tað hevur avgerandi týdning fyri øll starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum, at hava eitt álitisfólk, og at verða fevnd av eini álitisfólkaskipan sum kann tryggja, at galdandi sáttmáli verður hildin, óansæð hvørjum fakøki ein starvast á.
Føroya Pedagogfelag ynskir at tryggja ØLL starvsfólk, sum arbeiða innan okkara sáttmálaøkið, men veruleikin er tann, at ein partur av starvsfólkum, sum gera gagn av okkara sáttmála, ikki eru limir okkara. Hesi starvsfólk standa tí uttan álitisfólk, og kunnu, um illa vil til, koma í sera truplar støður við eitt nú álvarsliga sjúku, uppsøgn ella onnur viðurskifti.
Føroya Pedagogfelag fer tí at heita á avvarandi partar, sum varða av starvsfóllkum, sum standa uttanfyri fakfelagslimaskap, um at arbeiða fyri at tryggja eisini hesi starvsfólk í sama mun, sum tey, sum eru partur av fakfelagi. Ein máti at gera hetta kundi verið at gjørt eina gjaldsavtalu við avvarandi fakfelag á økinum, soleiðis at starvsfólk, sum ikki eru limir annars, kundu verið fevnd av eini álitisfólkaskipan uttan at hava fullan limaskap í fakfelagi.