Búmerkið hjá felagnum
16. jun. 2026

Trygd á arbeiðsplássum - eisini innan almenna arbeiðsmarknaðin..

Í gjár var trygdin á føroyskum arbeiðsplássum umrødd í miðlunum; trygdin á føroyskum arbeiðsplássum er ikki nóg góð; talið av arbeiðsóhappum og arbeiðsvanlukkum økist. Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag staðfesti í D&V, at støðan kann ikki góðtakast - vit mugu inn at gera ávís átøk, og ábyrgdin fyri trygdini liggur hjá arbeiðsgevarum fyrst og fremst. Málið kveikti í kjak á okkara øki, tí gongdin við at niðurraðfesta trygd og trivnað tíverri eisini sæst aftur á almenna arbeiðsmarknaðinum, innan alt okkara sáttmálaøki.

Í okt. 2025 skipaði Føroya Pedagogfelag fyri stórum fakdegi, har sjóneyka varð sett á sálarliga arbeiðsumhvørvi. Hetta varð gjørt í kjalarvørrinum á nýggju kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum Margit Stórá, Landstýriskvinna, setti í verk sama ár.


Landstýriskvinnan setti Fakdagin, har hon bar fram, at arbeiðsumhvørvið er eitt mál, ið liggur henni nær at brósti, og at trivnaður og trygd eiga og skulu raðfestast av politiska myndugleikanum, eins væl og av arbeiðsgevara og fakfeløgum. Lykilin er opið samskifti og samstarv, m.a. tók hon undir við okkara hugsan um, at vit eiga at arbeiða fram ímóti at skipa okkum í eitt trýparta-samstarv millum leiðara, trygdarumboð og álitisfólk - ein sokallað TRIO.

Seinni sama mánað skipaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið, saman við Arbeiðsumhvørvis-ráðnum, fyri arbeiðsumhvørvis-ráðstevnu, har sama týdningarmikla evni var viðgjørt út í æsir.

Tí undrar tað okkum, at síðan kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi er komin, eru almenn arbeiðspláss – serliga undir landinum – farin undir at skipa trygdarumboð í hvørja eind, heldur enn á hvørjum stovni. Hetta er ikki í trá við við arbeiðsumhvørvis-lógina, sum sigur:

Trygdar- og heilsulig tiltøk á virkjum

Persónligt samband

§ 4. Á virkjum, har 1-9 fólk eru í arbeiði, eigur arbeiðið hjá virkinum, hvat trygd og heilsu viðvíkur, at fara fram soleiðis, at mest møguligt persónligt samband er millum arbeiðsgevaran og møguligar arbeiðsleiðarar, sbrt. § 20, og hini arbeiðsfólkini. Landsstýrismaðurin kann tó gera reglur um bygnaðin av einari trygdarskipan, har hetta verður hildið at vera neyðugt.

Trygdarskipanin

§ 5. Á virkjum, har 10 ella fleiri fólk arbeiða, skal arbeiðið hjá virkinum, hvat trygd og heilsu viðvíkur, samskipast.
Stk. 2. Arbeiðsleiðarin fyri einum virkisøki skal saman við einum trygdarumboði skipa ein trygdarbólk fyri tað ávísa arbeiðsøkið.

Arbeiðsumhvørvislógin sigur greitt, at allir landsins stovnar eiga at hava eitt trygdarumboð, starvast upp til 9 starvsfólk á sama stovni. Hetta vil mann sum arbeiðsgevari nú víkja frá, við nýggja háttinum at skipa trygdarumboð í eindir.
Arbeiðsgevarin tykist vera farin at arbeiða ímóti arbeiðsumhvørvislógini í sama andadragi, sum nýggj kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi er sett í verk, nemliga fyri at tryggja tí óhepnu gongd, fakfeløg hava víst á seinastu árini – at alsamt fleiri starvsfólk blíva sjúk av sínum arbeiði, at alsamt fleiri av okkara limum blíva strongd og langtíðarsjúkraskrivað og/ella varandi óarbeiðsfør.

Tað óhepna í hesum er, at sami tendensur vísir seg í mun til okkara álitisfólkaskipan. Álitisfólkaskipanin hjá landinum sýnist at vera undir broyting frá arbeiðsgevarans síðu, tí álitisfólk nú skulu fevna um fleiri stovnar/matriklar, hóast vit hava eina álitisfólkaavtalu, sum ásetur greitt, at har 3 limir starvast, kunnu teir velja sær eitt álitisfólk. Hetta er ein avtala, sum bara kann sigast upp við sáttmálasamráðing, og tí er tað eitt greitt brot á avtaluna, tá arbeiðsgevarin broytir í úrtíð.

Vit fegnast um, at trygdin á privata arbeiðsmarknaðinum er tikin upp til viðgerð, og at tað verður sett inn við átøkum at betra um trygdina, og vit kenna tað samstundis sum okkara skyldu at rópa upp um viðurskiftini á almenna arbeiðsmarknaðinum! Hvat ætlar Arbeiðs- og brunaeftirlitið at gera fyri at betra um trygdina hjá okkara limum? Og hvat kann Arbeiðsumhvørvisráðið gera, so starvsfólk, sum dagliga eru úti fyri strongdarstøðum, harðskapi og høgum sálarligum trýsti, fáa betri arbeiðssømdir á sínum arbeiðsplássi?

At arbeiðið sum pedagogiskur leiðari, sum pedagogur ella hjálparfólk á landsstovni ella á dagstovni, kann elva til beinleiðis álvarsama sjúku, er als ikki nakað, vit í Føroya Pedagogfelagi kunnu góðtaka.

Tí spyrja vit: Hvar eru “trygdarskógvarnir” hjá teimum, ið starvast við pedagogikki - innan umsorganar-, trivnaðar- og heilsuøkið?

Sanna á Løgmansbø, forkvinna