Búmerkið hjá felagnum
02. jul. 2026

Fólkaskúlin er til fyri næmingin.

Seinastu vikurnar hevur verið ført fram í fleiri greinum í Skúlablaðnum, at lærarar hava trupult við at fáa føst størv, og at fólkaskúlin fyrst og fremst er til fyri lærarar. Millum linjurnar kann lesast, at pedagogar eiga at fylla minni – ella als ongan leiklut hava í fólkaskúlanum. 

Eg skilji væl sjónarmiðið hjá Jacob Eli S. Olsen, formanni í Føroya Lærarafelagi, um at lærarar skulu hava betri møguleikar at fáa føst størv í fólkaskúlanum. Eingin eigur at liva í óvissu um starv sítt ár eftir ár. Tað er óvirðiligt mótvegis einum fakbólki. 

Men samstundis er ein annar fakbólkur í fólkaskúlanum, sum Lærarafelagið nærum ikki nevnir. Pedagogar verða vanliga bara umrøddir í sambandi við praktiskar og persónligar stuðulsuppgávur hjá næmingum, sum lærarar ikki eru útbúnir til. 

Skulu lærarar hava betri treytir at fáa føst størv, mugu arbeiðstreytirnar hjá pedagogum eisini takast við í umrøðuna. Vit kunnu ikki longur góðtaka, at pedagogar verða brúktir sum bílig arbeiðsmegi og taka á seg uppgávur, sum teir hvørki fáa rættvísa løn ella greiðar arbeiðskarmar fyri. 

Pedagogar hava verið partur av fólkaskúlanum í meira enn 20 ár. Í byrjanini vóru teir serliga settir at arbeiða við børnum við serligum tørvi, breki og øðrum sernámsfrøðiligum avbjóðingum. 

Men nógv er broytt hesi seinastu 20 árini. Samfelagið hevur ment seg; barnalívið er broytt, og krøvini til bæði næmingar og starvsfólk í fólkaskúlanum eru vorðin nógv størri. Fólkaskúlin er ein annar enn hann var.

Leitar tú eftir gransking og fakligum tilfari, er niðurstøðan greið: fólkaskúlin eigur at vera fyri øll. Samstundis vísa bæði kanningar og royndir, at alsamt fleiri næmingar hava trupulleikar við at trívast og luttaka í vanliga skúladegnum. Pisa-kanningarnar hava eisini víst, at føroyski fólkaskúlin framvegis hevur avbjóðingar, sum vit enn ikki hava megnað at loysa. 

Ein avbjóðing er tann fakliga. Ein onnur er trivnaður og sálarheilsa.

Trivnaðurin hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum er, eins og í londunum rundan um okkum, broyttur ella versnaður. Fleiri børn fáa diagnosur, so sum ADHD og autismu, og skúlaaftran er vorðin ein vaksandi avbjóðing. Tískil hevur sjóneykan seinastu árini í størri mun verið sett á, hvussu vit kunnu arbeiða fram ímóti betri trivnaði hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum. 

Inklusjón hevur verið ein skúlapolitisk visjón í Føroyum síðani umleið 2011–2012. Kortini er enn eingin serstøk lóggáva um inklusjón samtykt. Arbeitt hevur verið innan karmarnar í fólkaskúlalógini og galdandi kunngerðum. Hetta staðfestir Frida Poulsen, Ph.d í námsvísindum, í síni gransking Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum – frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði, frá 2022. 

Tá uppskot til broyting í fólkaskúlalógini varð sent til hoyringar í januar 2025, varð mælt til, at allir næmingar skuldu hava rætt til eitt trygt skúlaumhvørvi, sum fremur inklusjón, trivnað, læring og heilsu. 

Í okkara hoyringssvari tóku vit undir við, at inklusjón eigur at endurskoðast. Samstundis vístu vit á, at uppskotið manglaði ítøkiligar ætlanir. Hvussu skal arbeiðast við inklusjón í praksis? Hvussu skulu serskipanir skipast? Hvussu skal tvørfakliga samstarvið virka? Og hvør verður leikluturin hjá teimum pedagogunum, sum longu í dag eru ein týðandi partur av skúladegnum? 

Hetta eru spurningar, sum enn standa ósvaraðir.

Okkara royndir eru, at samstarvið millum lærarar og pedagogar ofta er ov tilvildarliga skipað. Arbeiðsuppgávurnar hjá pedagogum eru ikki nóg greiðar, og her vantar ein felags skipan fyri, hvussu tvørfakliga samstarvið skal virka. 
Ávísir skúlar megna kortini at fáa tað besta burtur úr hesum samstarvinum. Hetta eru skúlar, har leiðslan raðfestir eitt javnsett samstarv millum undirvísingarfakliga og námsfrøðiliga førleikan. 

Tað er tí ørkymlandi, at læraraleikluturin verður lýstur sum tann einasti, ið kann tryggja eitt gott fólkaskúlatilboð. 
Spurningurin er, um vit veruliga eru komin hartil, at vit vilja lata dyrnar aftur fyri námsfrøðiligari servitan í fólkaskúlanum. 

Vilja vit fara 20 ár aftur í tíðina og skipa ein skúla, har næmingar við serligum tørvi heldur skulu hava persónligan stuðul enn eitt skipað tvørfakligt samstarv, sum virkar væl í londunum kring okkum? 

Skulu vit ikki heldur hyggja inn í framtíðina, og byggja víðari á ta vitan og tær royndir, sum lærarar og pedagogar saman hava bygt upp gjøgnum nógv ár? 

Heldur enn at minka um leiklutin hjá pedagogum eigur fólkaskúlin at menna eitt greiðari og meira miðvíst tvørfakligt samstarv millum lærarar og pedagogar. Tað eigur at gagna bæði næmingum, lærarum og pedagogum.

Gransking innan undirvísing og læring vísir, at har lærarar og pedagogar arbeiða eftir Co-Teaching-hugsjónini, har tey saman leggja til rættis, fremja og eftirmeta undirvísing og námsfrøðiligt arbeiði, eru fortreytirnar fyri læring, trivnaði og inklusjón betri. Sambært amerikansku granskaranum Wendy W. Murawski, sum er ein av fremstu granskarunum innan Co-Teaching, byggir arbeiðshátturin á, at lærarar undirvísa saman við øðrum fakfólkum – eitt nú pedagogum – í einum javnsettum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur leggur sín serkunnleika afturat undirvísingini. 

Spurningurin eigur tí ikki at vera, um fólkaskúlin er fyri lærarar ella pedagogar. 

Spurningurin eigur at vera, hvussu vit saman skapa ein fólkaskúla, sum fyrst og fremst er til fyri næmingin, og sum er førleikamentur til at røkka tí uppgávu, samtíðin og framtíðarsamfelagið fer at hava við sær. 

 

Sanna á Løgmansbø, forkvinna