Vitlíki kann taka vitið frá okkum.
Les greinina um vitlíki, sum forkvinnan skrivaði til ólavsøkublaðið hjá Dimmu
Vitlíki kann taka vitið frá okkum
“Tað, sum barnið megnar við hjálp í dag, megnar tað sjálvt í morgin.”
Orðini eigur Lev Vygotsky, sum í áratíggju hevur verið ein av hornasteinunum innan pedagogiska hugsan og ástøði. Hann minnir okkum á, at læring ikki er nakað, sum verður latið frá einum menniskja til eitt annað. Læring er nakað, sum verður skapað í sambandinum millum menniskju. Í samrøðu, samspæli, umhugsan og felagsskapi.
Tí eigur spurningurin um vitlíki á dagstovnaøkinum ikki fyrst og fremst at snúgva seg um tøknina eina. Spurningurin eigur at snúgva seg um, hvussu vit tryggja fakliga og pedagogiska dygd í relatiónsarbeiði.
Tá Granskingarráðið 19. juni almannakunngjørdi eina vegleiðing um nýtslu av vitlíki í arbeiðinum í barnagørðum, vakti tað stúran hjá mær. Ikki tí eg eri ímóti nýggjari tøkni. Og heldur ikki tí eg ivist í arbeiðinum, sum starvsfólk á dagstovnaøkinum gera hvønn dag.
Mín stúran snýr seg í høvuðsheitum um, at vegleiðingin tykist ov grunn, tí tað er ilt at síggja, hvørji granskingarlig grundarløg liggja undir teimum pedagogisku tilmælunum. Vegleiðingin verður sett fram sum ein løtt og skjót loysn, tá tú hevur nógv at gera, og skal finna skjótar og nemmar loysnir. Hóast vegleiðingin eisini leggur dent á týdningin av, at hon ikki má koma ístaðin fyri fakligar metingar, so er mín fatan, at hon kann elva til júst hetta sama, tá arbeiðsumstøðurnar eru undir stórum trýsti. Og tað eru tær í dag.
Pedagogikkur er eitt handverk
Pedagogiskt arbeiði er ein tilgongd, sum krevur umhugsan og góða fyrireiking. Pedagogiskt arbeiði er at skapa møguleikar hjá børnum at luttaka í góðum og mennandi barnafelagsskapum; tað er relatiónsarbeiði, at lurta, umhugsa og støðugt tillaga virksemið – saman við starvsfeløgum og saman við børnum.
Eitt starvsfólk við drúgvum royndum veit ofta ikki sjálvt, hvussu nógv tað leggur til merkis í einari einstakari løtu. Starvsfólkið sær, at eitt barn er ótrygt, áðrenn barnið sjálvt hevur orð fyri tí. Tað merkir, at ein bólkur er við at missa orkuna, áðrenn ófriðurin kemur. Eitt gott starvsfólk tillagar seg tí, sum hendir í pedagogiska rúminum.
Hetta er tað, Donald Schön kallar tann refleksivi praktikarin. Tað er tann óskrivaða, implisitta vitanin, sum vit ogna okkum við útbúgving, við royndum, í umhugsan og í samstarvi við onnur. Mín góði lærari, Rógvi Thomsen, sáli, nevndi hetta fyri “tað ógáaða” – tað, vit ikki geva okkum far um.
Hetta kann einki vitlíki gera.
Vitlíki sær ikki lítlu Idu, sum er kedd, hóast hon smílist. Vitlíki merkir ikki, at Hans hevur ilt í búkinum og um eina løtu fer at gráta. Tað sær ikki, at starvsfelagin hevur tannapínu og má fara heim. Tað lesur ikki rúmið, kropsmálið ella kenslurnar.
Og tað er júst í hesum rúminum, at pedagogikkur verður skapaður.
Tøknin er ikki trupulleikin
Vitlíki er í dag grógvi inn í alt, vit takast við í arbeiði, har tøknin er ein partur. Vit gera okkum lítið far um tað, men vitlíki er í øllum, sum vit brúka alnót og sosialar miðlar til. Sostatt er vitlíki ikki púra nýtt og ókent, men vit hava enn ikki skilt til fulnar, hvat vitlíki kann, ella fer at kunna í framtíðini.
Vitlíki er ikki einans tøkni; vitlíki er í stóran mun eisini, hvussu vit velja at brúka tøknina. Vitlíki kann vera ein vandi, og vitlíki kann eisini verða eitt gott hjálpitól. Tað snýr seg um tilvit, um etiska umhugsan og um okkara evni at seta spurningar, soleiðis at vit “fóðra” vitlíki á ein skilagóðan og ábyrgdarfullan hátt.
Júst í hesum samanhangi, í arbeiðinum á dagstovnum, tá vit byrja at brúka vitlíki til at leggja pedagogiska virksemið til rættis, kann vandi skjótt verða á ferð. Við at flyta eina grundleggjandi pedagogiska uppgávu frá menniskjum til tøkni, sum ikki kann taka hædd fyri meniskjaligum korum s.s relatiónum, kenslum ella umhugsan, er trupult at ímynda sær møguligar avleiðingar.
Harafturat tekur vitlíki ikki ábyrgd, og hetta kann seta starvsfólk í óhepnar støður. Hvat sigur lógarverkið um nú starvsfólk taka skeivar avgerðir, við vitlíki sum grundarlagi? Hvør kann tryggja, at vegleiðingin frá vitlíki lýkur lógir ella mannagongdir á staðnum? Og hvat gera vit við stóra spurningin viðvíkjandi GDPR?
Hetta eru álvarsspurningar, sum eiga at fáa øll ávaringarljós at lýsa.
Ein vandamikil samanrenning
Støðan á dagstovnaøkinum í dag ger kjakið enn álvarsamari.
Dagstovnar eru undir stórum trýsti - vit mangla pedagogar. Vit eru framvegis langt frá lógarásetta markinum um, at tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera útbúnir pedagogar.
Hetta merkir, at starvsfólk dagliga standa við sera stórari ábyrgd. Tey hava foreldrasamrøður, gera metingar, skipa virksemi og taka støður, sum krevja pedagogiskan fakkunnleika.
Starvsfólk gera sítt besta. Tað ivast eingin í.
Men tá arbeiðsdagurin er undir trýsti, verður tað freistandi at velja ta skjótastu loysnina – vitlíki.
Tú skrivar hvussu nógv børn eru, hvussu veðrið er og hvat tilfar liggur á stovuni. Løtu seinni hevur tú eina dagsætlan. Tað sær skilagott út.
Men pedagogikkur er ikki bara ein dagsætlan. Pedagogikkur er alt tað, sum hendir ímillum menniskju, meðan dagurin verður livaður. At lesa seg fram til skjótar loysnir ber snøkt sagt ikki til.
Jean Lave & Etienne Wenger siga, at læring er luttøka í einum praksisfelagsskapi. Vit læra av at vera saman við øðrum, eygleiða, royna okkum av, gera feilir, fáa vegleiðing og spakuliga gerast fullgildugir luttakarar í einum fakligum felagsskapi. Sostatt er læring nakað sosialt. Hetta sampakkar eisini við ástøðið um refleksiva praktikaran.
Vit mugu ikki taka læringina frá starvsfólkunum
Ein av størstu vandunum er tí ikki, at vitlíkið verður tikið í brúk. Sum áður nevnt, verður vitlíki í stóran mun brúkt allastaðni í dag.
Tey, sum tala fyri størri nýtslu av vitlíki, vísa ofta á, at tað kann spara tíð og geva pedagogum íblástur til virksemi. Til dømis leggur UNESCO í síni vegleiðing um generativt vitlíki dent á, at tøknin kann stuðla undir fyrireiking og fakligt arbeiði, um hon verður brúkt á ábyrgdarfullan hátt. Júst hetta er tó eisini kjarnin í mínum ivamáli. Um vitlíki verður eitt hjálpitól undir fakligari leiðslu, kann tað vera gagnligt. Men verður tað sett ístaðin fyri ta felags pedagogisku umhugsanina, sum starvsfólk menna saman, so er vandi fyri, at grundarlagið undir fakligari menning viknar.
Størsti vandin er tí heldur, at starvsfólk missa møguleikan at menna egna fakliga vitan og førleikar.
Sambært Lave og Wenger verður faklig vitan ment gjøgnum luttøku í einum praksisfelagsskapi. Tá pedagogar og hjálparfólk seta seg saman at fyrireika ein dag, er sjálv samrøðan ein týðandi lærutilgongd. Har verða ymisk sjónarmið roynd, vitan verður deild, og felags fakligheit mennist í einum lærandi rúmi.
Um vit lata vitlíkið verða fyrsta ráðgevan, er vandi fyri, at starvsfólk missa júst tær lærutilgongdir, sum Lave og Wenger vísa á eru avgerandi fyri fakliga menning. Tí vitan verður ikki bara fingin við at fáa eitt svar – hon verður skapa í felags umhugsan.
Ein vegleiðing eigur at byggja á pedagogikk
Tí hevði eg ynskt, at ein vegleiðing var nógv greiðari í sínum pedagogiska grundarlagi. Tað er sera umráðandi, at ein slík vegleiðing er gjølla undirbygd. Eftir mínum tykki átti mann at gjørt eitt størri kanningararbeiði, fyri at tryggja pedagogisku fakligheitina á dagstovnaøkinum, áðrenn ein vegleiðing til nýtslu av vitlíki kom út.
Tá øki er so viðbreki, sum tað er í dag, kann skjótt henda, at ein vegleiðing sum hendan fær størri tyngd enn hon eigur. Tí má myndugleikin gera greitt, at vitlíki ongantíð kann taka yvir ábyrgdina fyri pedagogiskum metingum, og at vitlíki bert kann vera eitt hjálpitól undir ábyrgd av útbúnum pedagogum, og skal ikki setast inn í staðin fyri fyrireiking og fakliga umhugsunartíð.
Pedagogiskt arbeiðið verður altíð tryggja av relatiónum. Ikki av algoritmum.
Vitlíki skal nýtast við viti og skili
Men vit mugu læra okkum at brúka nýggju tøknina. Hon er komin fyri at vera, og tí eiga vit ongantíð ov skjótt, at taka eitt samfelagsligt kjak um alment dannilsi – ella eina samfelagsliga mentan innan nýtslu av vitlíki. Vit skulu læra okkum at brúka vitlíki skynsamt, og vit mugu vita hvat vit vilja, sum samfelag.
Og so mugu vit ansa eftir, at vit ikki lata tøknina yvirtaka júst tað arbeiðið, sum menniskju eru best til – umsorgan og relatiónir.
Dagstovnurin er ein týðandi leikpallur, har børn hvønn dag læra at vera saman við øðrum menniskjum. Her verður ikki undirvíst í demokrati, empati, samkenslu og felagsskapi, men tað verður liva í samvinnu við onnur børn og vaksin.
So - spurningurin er ikki, hvussu nógv vitlíki vit kunnu brúka. Spurningurin er, hvussu vit tryggja, at menniskjansliga skynsemið framvegis er grundarlagið undir øllum pedagogiskum arbeiði.
Vit eru longu í ferð við at skapa framtíðina – spurningurin er, hvørt vit vita, hvat fyri framtíð vit eru í ferð við at skapa, ella vilja skapa.
Tíbetur kunnu vit eisini broyta og tillaga slíkar vegleiðingar, sum hesa hjá Vitlíkisstovuni, og tað vænti eg vit fara at gera, so hvørt vit renna okkum í nýggjar spurningar og avbjóðingar. Vitlíki sum praksis er eitt sera nýtt og lítið granska øki, og tí er spurningurin líka so nógv hvat vit vilja loyva.
Enn eru tað vit – ikki algoritmurnar - sum avgera, hvussu pedagogiskt arbeiði verður skipað. Tað eigur eisini at vera soleiðis í framtíðini.