Búmerkið hjá felagnum
06. aug. 2026

Fakdagurin 9. okt. 2026.

9. okt skipar Føroya Pedagogfelag fyri áhugaverdum fakdegi um týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði, við kenda fyrilestrahaldaranum Emmu Holten.

Emma Holten er danskur rithøvundur, feministiskur samfelagskjakari og fyrilestrahaldari (fødd í 1991). Hon gjørdist alment kend í 2014, tá hon tók greiða støðu ímóti hevndarpornografi, eftir at naknar myndir av henni vórðu stolnar og deildar uttan hennara samtykki. Henda hending gjørdist byrjanin til hennara arbeiði fyri talgildum rættindum, kynsjavnstøðu og seinni eisini feministiskari búskaparfrøði. Hon býr í Keypmannahavn og hevur millum annað verið limur í ráðgevandi bólkum hjá European Institute for Gender Equality og Human Rights Watch.

Bókin Underskud (Deficit, 2024) er hennara fyrsta bók. Í henni lýsir Holten, hvussu búskaparlig hugsan frá upplýsingartíðini og fram til okkara dagar hevur skapt eitt virðisskipan, har arbeiði verður mett eftir marknaðarvirði og framleiðslu. Hetta hevur við sær, at umsorganararbeiði – bæði lønt og ólønt – verður vanmett, hóast tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at samfelagið kann virka.

Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling, námsfrøði, røkt, umsorgan og annað relasjónsarbeiði skapar virði, sum ikki lættliga kunnu mátast í bruttotjóðarúrtøku (BNP) ella øðrum búskaparligum mátum. Tí verður hetta arbeiðið ofta fatað sum ein útreiðsla heldur enn ein íløga, hóast tað er sjálvt grundarlagið undir bæði búskaparligari menning og sosialari burðardygd.

Eitt av høvuðssjónarmiðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan av virði. Um vit bert meta tað, sum kann príssetast, gloyma vit tað arbeiðið, sum menniskju hvønn dag gera fyri at menna, verja og stuðla øðrum menniskjum. Í hesum høpi hevur námsfrøðiliga arbeiðið ein serligan leiklut. Námsfrøðingar skapa ikki bara ansing; teir byggja relatiónir, styrkja trivnað, menning og læring hjá børnum og ungum og eru sostatt við til at leggja grundarlagið undir framtíðar samfelagið.

Boðskapurin hjá Emmu Holten er tí, at umsorgan eigur at verða fatað sum ein grundleggjandi samfelagslig íløga heldur enn ein kostnaður. Eitt samfelag, sum virðismetir umsorganararbeiði, er betur ført fyri at skapa bæði búskaparliga burðardygd, sosialan samanhang og størri javnstøðu.

Endamálið við Fakdegnum er í ár at varpa ljós á týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði í einum samfelagsligum og búskaparligum sjónarhorni; hvat er framleiðsluvirði innan eitt nú pedagogiska arbeiðið, og kunnu vit sammeta arbeiði við menniskjum við arbeiði í framleiðsluvinnuni? Og hvussu fyrihalda vit okkum til umsorganararbeiði, sum í stóran mun verður fram av kvinnum? Hvussu sæst politiska raðfestingin aftur í mun til skipan av arbeiði, útbúgving og arbeiðsumstøðum?  

Fakdagurin verður í Varpinum í Klaksvík.

Eydna Skaale leiðir okkum ígjøgnum dagin, og Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna kemur at seta dagin við røðu.

Seti kross í kalendaran, og komið og njótið ein spennandi og kveikjandi dag saman við okkum.

Nærri skrá kemur í næstum.