Búmerkið hjá felagnum
28. aug. 2026

Kommunufelagið boðið Føroya Pedagogfelag inn at greiða frá møguleikum og loysnum á dagstovnaøkinum..

Forkvinnan varð boðin á gátt hjá Kommunufelagnum, sum er komið saman á Hotel Hilton í dag. Evnið á breddanum er dagstovnaøkið í Føroyum - hvørjar avbjóðingar eru á økinum; hvørjar visjónir hava komunurnar; og hvørjar loysnir kunnu vit semjast um, fyri at tryggja børnum og starvsfólkum betri kor at virka í?

Orsøkin til innbjóðingina var í fyrstu atløgu tann, at Føroya Pedagogfelag hevur heitt á Kommunufelagið um at lata 5-6 ára gomul børn á dagstovnum koma undir blað-skipanina Píka7 hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Høvuðstankin er, at hetta skal vera ein liður í at varpa ljós á málmenning og at stuðla undir lesiførleika hjá øllum børnum í aldrinum 5-7 ár. Sum nú er fáa øll børn í forskúlum hetta blaðið. Tí vildi tað verið nærlagt at víðkað tilboðið eitt vet, soleiðis at øll børn í hesum aldursbólki verða javnt stillað.

Tá ið vit nú vóru boðin á gátt, so var upplagt at taka fram alt dagstovnaøkið. At tosa um avbjóðingar við denti á møguligar loysnir, sum vit í felag kunnu gera saman.  

Forkvinnan førdi fram møgulig stig, sum kunnu fremja skjótan og stóran bata - og sum vildu gjørt dagstovnaøkið meira kappingarført í mun til onnur starvs- og fakøkir - talan er m.a um fakliga tíð, førleikamenning og eftirútbúgvingar, og kravd pedagogisk innleiðsluskeið til øll nýggj starvsfólk.

Sum landið liggur í løtuni, so fara vit í næstum at sessast við samráðingarborðið, og tað hevur stóran týdning, at kommunala politiska skipanin er tilvitað og til reiðar at gera neyðugar íløgur á øllum dagstovnaøkinum í Føroyum.

Vit mugu hugsa og skilja dagstovnaøkið sum eina samfelagsliga íløgu, einsvæl og vit mugu skilja økið sum ein part av útbúgvingartilgongdini hjá hvørjum einstakum barni.

Vit eru takksom fyri at verða boðin á gátt, og vónandi hava okkara borgarstjórar hvør sær fingið evni til eftirhugsan. Vit vilja eisini undirstrika, at dagstovnaøkið er ein sera týðandi samfelagspallur, sum, eins væl og at skula menna og menta børn, eisini er grundarlagið undir føroyska arbeiðsmarknaðinum og tískil ein grundleggjandi liður í at halda vælferðarsamfelagið virkð.

 

 

Fleiri myndir.