Álitisfólkafundur.
Í gjár var Smæran enn einaferð karmur um fund fyri okkara røsku álitisfólkum.
Á skránni var fyrst kunning um samráðingar og dagsskrá fyri arbeiðið frá nevndini, síðan fekk Eydna Skaale orðið.
Eydna greiddi frá um tað, at standa fram; um týdningin av kropsmáli, tónalagi og andlitsbrøgdum í mun til sjálvt talaða orðið. Hvat er tað onnur hoyra og fata, tá vit tosa um og úttala okkum um okkara arbeiði? Hvussu kunnu vit sjálvi taka størri ábyrgd av, at tað sum verður borið fram, hevur tyngd í almenna rúminum? Og kunnu vit sjálvi aktivt hava ávirkan á, at onnur, uttan fyri pedagogiska virksemið, skilja og fata okkum rætt?
Eitt sera spennandi evni, sum vit avgjørt eiga at arbeiða meira við.
Um 80 álitisfólk møttu, og kjaki gekk væl.
Vit eru fegin og takksom fyri, at til møta so væl upp, og vit vita væl, at tykkara leiklutur hevur stóran týdning fyri felagið, eins væl og fyri at tryggja, at okkara sáttmáli verður hildin hvønn einasta dag.
Vit síggjast aftur í nov.