Strategi-dagar..
8. og 9 sep. vóru vit á Hotel KG í Klaksvík, har vit høvdu innanhýsis arbeiðsdagar saman við umsiting og ráðum.
Fyrra dagin arbeiddu nevnd og umsiting málrættað í mun til innanhýsis samstarv; arbeiðslag og arbeiðsgongd, árshjól og innanhýsis samskifti.
Seinna dagin vóru tey fýra ráðini inni, og her arbeiddu vit í felag við somu evnum og við samstarvi millum felag og ráð. Málið var at knýta alt saman í eina eind.
Nógv kom av skafti – vit fingu lagt ætlan fyri arbeiðið fram til aðalfundin; tiltøk eru sett í kalendaran, og ráðini hava avstemmað og lagt tilrættis, soleiðis at ikki tiltøkini ikki renna saman.
Eftirmetingin av døgunum var góð; vit fingu nógv burturúr – ikki minst í mun til sjálva strategiina; hví hon er neyðug, og hvat skal til fyri at vit eisini koma at síggja hana í verki.
Fyri okkum sum felag hevur tað týdning, at arbeiðið kemur øllum limum til góðar. Við nýggju skipanini av ráðunum síggja vit longu eina munandi broyting – økini eru betri umboða, og vit læra okkum at arbeiða tvørtur um ráð, soleiðis at vit kunnu brúka alt tilfeingið, bæði fakliga og praktiskt, á bestan hátt. Tá fleiri arbeiða saman um felags mál og mið, tá røkka vit longst.
Vit takka ráðunum fyri ein góðan og gevandi dag, og fyri at tit eru so íðin og arbeiðssom.