Búmerkið hjá felagnum
25. sep. 2026

Kundi kundi tú hugsað tær at koma við í ein lesibólk?.

Nú er gott ár síðani, Føroya Pedagogfelag legði upp til, at eggja limum til at seta lesibólkar í gongd.

Nakrir lesibólkar eru farnir í gongd, men tað er væl pláss fyri fleiri.

Felagið fær fyrispurningar frá limum, um hvussu man kemur í gongd.

Endamálið við lesibólkunum er, at limir kunnu hittast og tosa/kjakast um  eitthvørt  pedagogiskt evni.

Felagið bjóðar fyrstu bókina ókeypis.

Tankin er, at limirnir í lesibólkinum avgera, hvør bók verður lisin, hvussu ofta bólkurin hittist o.s.fr.

Vit vóna at fleiri koma við, og tit eru meira enn vælkomin at fortelja øðrum limum um lesibólkarnar. 

Á facebook er ein bólkur, ið kallast "Lesibólkar Føroya Pedagogfelag". Meldið tykkum inn í bólkin, so tit kunnu stovna ein lesibólk ella tit kunnu koma við í ein lesibólk, sum longu er í gongd.

Tit eru eisini vælkomn at seta tykkum í samband við nevndarlimin Beintu Klakstein umvegis teldupost beinta@pedagogfelag.fo