Relatiónin – grundarlagið undir øllum pedagogiskum arbeiði.
Áðrenn vit kunnu hjálpa einum menniskja, mugu vit hava samband við tað.
Tað ljóðar kanska einfalt. Men í veruleikanum er hetta tað mest grundleggjandi í pedagogiskum arbeiði. Vit kunnu hava útbúgving, fakliga vitan, metodur, arbeiðsamboð og góðar ætlanir. Vit kunnu vita nógv um menning, læring, trivna og atferð, men um vit ikki megna at skapa eina trygga og álitisfulla relatión við menniskjuni, vit arbeiða við og eru um, verður tað trupult at brúka okkara fakligu vitan á ein hátt, sum veruliga ger mun. Relatiónin er ikki bara ein partur av pedagogiska arbeiðinum. Relatiónin er grundarlagið undir tí.
Frá uppaling til relatión
Hetta við at tosa um relatiónir í arbeiðinum við menniskjum er ikki nakað nýtt. Ein, sum hevur havt stóra ávirkan, er amerikanski sálarfrøðingurin Carl Rogers. Í 1950’unum setti hann sambandið millum hjálparan og tann, sum skuldi hava hjálp, í miðdepilin. Rogers legði millum annað dent á empati, ektaða nærveru og eina grundleggjandi virðing fyri hinum menniskjanum.
Tað merkir, at vit ikki bara síggja menniskja sum ein trupulleika, eina diagnosu, eina atferð ella eina uppgávu, sum skal loysast. Vit síggja menniskja.
Hetta er eisini ein týðandi tanki hjá Martin Buber og hansara hugtaki um Eg og Tú. Tað veruliga møtið millum tvey menniskju kemur, tá hin ikki verður gjørdur til eitt objekt, sum vit skulu forma, stýra ella broyta, men verður møtt sum eitt menniskja við egnum upplivingum, kenslum og virði.
Seinni hava granskarar og pedagogiskir hugsarar ment hesar tankar víðari. John Bowlby vísti við sínum arbeiði um tilknýti, hvussu týdningarmiklar tryggar relatiónir eru fyri barnsins menning. Berit Bae hevur serliga lagt dent á ta viðurkennandi relatiónina í pedagogiskum arbeiði og á, hvussu tann vaksni/starvsfólki møtir barninum/borgaranum sum eitt subjekt – einum menniskja, sum hevur sín egna veruleika. Sìðani hava fleiri aðrir teoretikarar sett orð á týdningin av relatiónum í pedagogiskum arbeiði. Tað er ein grundleggjandi partur av tí at arbeiða við menniskjum.
Tað byrjar við møtinum
Hvussu møta vit teimum, sum vit arbeiða við?
Vit kunnu t.d síggja eitt barn, sum ikki vil vera við, eitt barn, sum órógvar, eitt barn, sum ofta er í konfliktum ella eitt barn, sum ikki vil lurta. Ella vit kunnu møta einum borgara, sum vit ikki náa inn til, sum ikki vil nakað o.s.fr.
Men vit eiga at spyrja: Hvat er tað, barnið ella borgarin roynir at siga mær?
Tað er júst her, relatiónsarbeiðið verður týdningarmikið. Tí vit starvsfólk skulu ikki bara spyrja: Hvussu fái eg barnið/borgaran at gera tað, eg vil hava tað at gera?
Vit mugu eisini spyrja:
Hvussu møti eg hesum barninum/borgaranum ? Hvat veit barnið/borgarin um meg? Kennir barnið/borgarin seg trygt? Kennir barnið/borgarin seg sæddan og hoyrdan? Havi eg veruliga áhuga fyri barninum/borgaranum – eisini tá tað er trupult?
Tað er lætt at skapa eina góða relatión við barnið/borgaran, sum altíð er samstarvssinna og lætt at vera saman við. Men tað er als ikki lætt, tá barnið/borgarin ikki er lætt at vera saman við og týðiliga vísir, at tað ikki er áhuga í tær.
Tá barnið/borgarin skumpar okkum burtur. Tá barnið/borgarin ikki vil svara. Tá barnið/borgarin verður ill/ur. Tá barnið/borgarin ger nakað, sum vit ikki skilja. Tað er ofta júst tá, at relatiónin veruliga verður avbjóða.
Relatiónin er ikki eitt vinarlag
Ein pedagogisk relatión er ikki tað sama sum eitt vinarlag.
Tann vaksni, tvs. vit starvsfólk, hevur eina serliga ábyrgd í relatiónini. Tað er ikki barnið/borgarin, sum skal bera ábyrgdina av, um sambandið millum okkum riggar.
Tað eru vit starvsfólk, sum mugu taka ábyrgdina av at skapa sambandið. Vit kunnu ikki siga: “Eg havi roynt at koma nær barninum/borgaranum, men hann/hon vil ikki.”
Vit mugu heldur spyrja: “Hvat kann eg gera fyri at skapa eitt samband, har barnið/borgarin kann fáa álit á mær?”
Hetta krevur fakliga sjálvsreflektión. Tí relatiónsarbeiði snýr seg ikki bara um at skilja hini. Tað snýr seg eisini um at skilja seg sjálvan.
Tí mugu vit starvsfólk seta okkum spurningar, sum vit so kunnu reflektera yvir. Tað kundi t.d verið hesir spurningar:
Hvussu ávirkar mín egna atferð barnið/borgaran? Hvussu tosi eg? Hvat geri eg, tá eg eri strongd/ur? Hvørji børn/borgarar fari eg oftast til? Og hvørji børn/borgarar havi eg kanska truplari við at vera saman við?
At vera til staðar
Í einum gerandisdegi, har nógv skal náast, kann tað vera freistandi at hugsa, at relatiónsarbeiði er nakað, vit gera, um og tá vit hava tíð. Men kanska eiga vit at hugsa um tað beint øvugt. Kanska er relatiónsarbeiðið tað, sum ger alt hitt møguligt.
At vera í sama rúmi sum eitt barn/borgari, er ikki tað sama sum at vera nærverandi. Vit kunnu sita beint við síðuna av einum barni//borgara uttan veruliga at vera til staðar.
Tað er munur á at síggja eitt menniskja – og at síggja eitt ávíst menniskja.
Tað er munur á at hoyra orðini – og at hoyra tað, sum liggur aftanfyri orðini.
Tað er munur á at vera saman við einum menniskja– og at møta menniskjanum.
Og kanska er tað júst í hesum smáu løtunum, at nógv av okkara týdningarmiklasta pedagogiska arbeiði fer fram. Eitt eygnabrá. Ein samrøða. Ein hond á økslina. At seta seg niður. At lurta. At minnast tað, barnið/borgarin segði í gjár. At spyrja aftur. Gera vit hetta, vísa vit teimum menniskjum vit arbeiða við at: ”Eg sá teg. Eg hoyrdi teg. Tú hevur týdning.”
Tað menniskjaliga kemur fyrst
Í pedagogiskum arbeiði tosa vit nógv um amboð, ástøðir og arbeiðshættir. Og sjálvandi skulu vit hava fakliga vitan og góð arbeiðsamboð, men onki av hesum kann koma ístaðin fyri eina góða relatión. Vit vita ofta væl, hvat vit skulu gera, men tað er relatiónin, sum ofta avger, hvussu vit kunnu gera tað.
Eitt barn/borgari tekur betur ímóti boðum frá starvsfólki, sum tað hevur álit á, enn frá einum starvsfólki, sum tað ikki kennir seg trygt hjá.
Tí er okkara týdningarmesta arbeiðsamboð kanska ikki eitt skjal ella ein ávísur arbeiðsháttur
Tað er vit sjálvi. Okkara nærvera. Okkara eygu. Okkara rødd. Okkara evni at lurta. Okkara evni at steðga á. Og okkara evni at møta einum øðrum menniskja við virðing.
Relatiónin er okkara ábyrgd
Tá vit arbeiða við børnum, ungum, eldri, fólki við serligum tørvi ella øðrum menniskjum, hava vit fingið eina serliga ábyrgd. Vit hava fingið møguleikan at koma inn í lívið hjá einum øðrum menniskja.
Tað er ein stór uppgáva. Og tí mugu vit tora at spyrja okkum sjálvi, hvat hesu menniskju, vit arbeiða við , uppliva, tá tey eru saman við okkum.
Kenna tey seg trygg, kenna tey seg vird, kenna tey seg hoyrd, kenna tey seg vælkomin- og kanska tað týdningarmiklasta, merkja tey at vit veruliga vilja vera saman við teimum? At vit tíma tey?
Menniskju vaksa í relatiónum og børn læra í relatiónum. Sjálvsálit verður ment í relatiónum og tryggleiki verður skapaður í relatiónum. Og trivnaður verður ofta til í relatiónum.
Tað byrjar við okkum
Relatiónsarbeiði er ikki altíð lætt. Tað krevur tíð, tol, nærveru og sjálvsreflektión. Tað krevur, at vit av og á leggja okkara egnu ætlanir til síðis og spyrja, hvat hitt menniskja hevur brúk fyri.
Men tað er eisini nakað av tí mest gevandi í okkara arbeiði. Tá tað eydnast okkum at skapa eina góða relatión til eitt barn, ella ein borgara, sum vanliga heldur seg burtur, er tað ein góð kensla, tá tað menniskja so einaferð kemur yvir og setur seg við síðuna av tær. Tað kann kanska taka nakað av tíð, men tá tað so hendur, er tað so stórt.
Tá eitt barn/borgari, sum hevur ilt við at stóla upp á onnur, loksins torir at siga tær nakað, sum hevur týdning. Tá tú sært ella hoyrur at eitt barn/borgari leitar eftir tær, tí tað veit, at tú ert har. Tað eru løturnar, sum minna okkum á, hví vit valdu at arbeiða á pedagogiska økinum.
Kanska skulu vit tí ikki bara spyrja, hvussu nógv vit náddu í einum arbeiðsdegi. Kanska skulu vit eisini spyrja: Hvørji menniskju møttu eg í dag – og hvussu møtti eg teimum?
Tí áðrenn vit kunnu læra, stuðla, leiða, menna og hjálpa einum øðrum menniskja, mugu vit skapa sambandið. Relatiónin er ikki nakað, vit gera afturat tí pedagogiska arbeiðinum. Relatiónin er sjálvt grundarlagið undir tí. Og tí kunnu vit siga, at tað er júst har, okkara týdningarmesta pedagogiska arbeiði byrjar- Nevniliga í møtinum millum menniskju.
Relatiónsarbeiði krevur tíð og nokk av starvsfólkum
Tað er lætt at siga, at relatiónin skal koma fyrst. Men vit mugu eisini tora at spyrja, hvørjar treytir vit starvsfólk hava fyri at skapa tær góðu relatiónirnar. Tí relatiónsarbeiði krevur nakað av okkum. Tað krevur tíð, tað krevur nærveru og tað krevur umstøður, har vit hava møguleikan at steðga á. Og tað krevur, at vit hava orku til at veruliga vera til staðar.
Í Føroyum er stórur tørvur á fólki á námsfrøðiliga økinum. Føroya Pedagogfelag vísir eisini á at felagið arbeiðir fyri trivnaði hjá bæði starvsfólkum og børnum og fyri góðum arbeiðstreytum og fakligari menning.
Hetta er ikki bara ein spurningur um, hvussu nógv vaksin eru á arbeiðsplássinum. Tað snýr seg eisini um, hvørja tíð og hvørja orku tey vaksnu hava til at vera nærverandi.
Vit kunnu vera nóg nógv fólk í einum rúmi og kortini uppliva, at tað er ov lítið av tíð til at skapa ta góðu relatiónina.
Tá gerandisdagurin verður merktur av starvsfólkatroti, nógvum praktiskum uppgávum, fráboðanum, fundum og øðrum krøvum, er ein vandi fyri, at tað, sum ikki altíð sæst beinleiðis, verður skumpað til síðis. Og relatiónsarbeiði sæst ikki altíð. Tað stendur ikki altíð á einum arbeiðslista.
Ein góður pedagogiskur gerandisdagur kann tí ikki bara mátast í tí, sum verður gjørt. Vit mugu eisini hyggja eftir tí, sum verður møguligt, tí vit hava tíð til at vera saman. Um vit vilja hava relatiónir, mugu vit skapa karmarnar fyri teimum
Tað er lætt at siga við pedagogin ella hjálparfólki:
„Tú mást vera meira nærverandi.“ „Tú mást skapa eina góða relatión.“ „Tú mást síggja tað einstaka barnið/borgaran“
Og jú – vit starvsfólk hava ábyrgd fyri at gera hesu tingini, men tað er eisini ein leiðslu- og samfelagslig ábyrgd at skapa arbeiðsumstøður, sum gera hetta møguligt.
Tí vit kunnu ikki bara leggja fleiri og fleiri uppgávur oman á pedgogar og hjálparfólk og samstundis vænta, at relatiónsarbeiðið verður betri.
Relatiónsarbeiði er ikki ein eyka uppgáva, vit skulu náa, tá alt hitt er gjørt.
Tað er kjarnan í okkara arbeiði. Tað pedagogiska arbeiðið er ikki bara tað, vit gera saman við teimum vit arbeiða við. Tað er eisini tað, sum hendir í relatiónini millum okkum og tey.
Okkara arbeiðsumhvørvi hevur týdning fyri okkara relatiónsarbeiði. Tað er eisini ein relatión millum tey vaksnu, tvs. okkara starvsfelgar og leiðsla.
Og tað er ikki tilvildarligt.
Starvsfólk, sum sjálvi kenna seg virdan, hoyrdan og tryggan á arbeiðsplássinum, hava betri møguleikar at vera tann vaksni, sum skapar tryggleika fyri onnur.
Tí byrjar arbeiðið við relatiónum millum tey vaksnu. Hvussu tosa vit saman? Hvussu loysa vit ósemjur? Hvussu taka vit ábyrgd av okkara egna leikluti?
Hvussu tosa vit um børnini/borgaran, tá tey ikki eru til staðar? Hvussu tosa vit um hvønn annan? Og hvussu hjálpa vit hvørjum øðrum at vera tey starvsfólk, vit ynskja at vera?
Ein mentan, har fólk kenna seg trygg at spyrja, ivast, gera mistøk og biðja um hjálp, er eisini ein mentan, sum gevur betri møguleikar fyri góðum relatiónsarbeiði við børnini/borgaran.
Tað, sum vit geva víðari
Børn/borgarar læra ikki bara av tí, vit siga. Tey læra av tí, vit gera og tey síggja, hvussu vit tosa við onnur. Tey síggja, hvussu vit handfara ósemjur. Tey síggja, um vit lurta og tey síggja, um vit virða onnur. Og tey merkja, um starvsfólk veruliga eru nærverandi.
Tí er relatiónsarbeiði eisini ein spurningur um, hvørja mentan vit vilja skapa. Hvussu vilja vit, at eitt barn/borgari skal minnast sín stovn, sín frítíðarskúla ella sín bústovn? Ynskja vit, at tey minnast allar aktivitetirnar? Allar reglurnar? Allar uppgávurnar?
Ella skulu tey fyrst og fremst minnast kensluna av at hoyra til? At onkur sá meg, at onkur lurtaði eftir mær og at eg hevði týdning?
Er tað ikki júst hetta, sum eigur at vera eitt av okkara framstu málum í pedagogiska arbeiðinum?
Ikki bara alt tað, sum kann mátast, men heldur tað, sum situr eftir í einum menniskja.
Okkara týdningarmesta arbeiði?
Vit tosa ofta um, hvussu vit kunnu lýsa ein góðan pedagog ella eitt gott starvsfólk. Er tað fakliga vitanin og evnini at leggja til rættis? Er tað at kunna seta mørk? Er tað at duga at skapa góðar aktivitetir? Er tað at kunna handfara konfliktir o.s.fr.
Jú – alt hetta hevur týdning. Og sjálvandi skal tann fakligi parturin als ikki undirmetast. Ein pedagogur hevur jú nomið sær nógva vitan, sum viðkomandi skal brúka í sínum arbeiði og sum eigur at síggjast aftur. Ein pedagogur eigur eisini at geva sína vitan víðari til hjálparfólk eins væl og eitt starvsfólk við nógvum royndum, eisini skal geva út av sínum royndum. Men undir øllum hesum liggur relatiónin. Alt byrjar við at skapa eina relatión til tey menniskju, vit arbeiða við.
Vit arbeiða við menniskjum.
Og tí mugu vit møta hesum menniskjum, har sum tey eru. Av og á eiga vit at steðga á og minna okkum sjálvi á, hvat okkara arbeiði í veruleikanum snýr seg um. Tað snýr seg um menniskjuni, um møtið og um relatiónina. Og tí eigur tað ikki at vera ein spurningur, um vit hava tíð til relatiónsarbeiði. Vit eiga heldur at spyrja, hvussu gera vit okkara arbeiði, um vit ikki hava tíð til relatiónsarbeiði. Tí hóast vit uttan relatiónina kunnu gera nógv; gerandisdagurin koyrur og vit taka okkum av tí praktiska og gera tær uppgávurnar, sum ofta eru niðurskrivaðar, so kunnu vit gera so nógv meira, um vit hava eina góða relatión. Tí við relatiónini kunnu vit veruliga gera mun.