Starvsfólk til sertilboðið í Fjallafípuni.
Søkt verður eftir starvsfólki til nýggja sertilboðið "Gilið", sum lat upp í august í ár. Til sertilboðið eru knýttir tveir námsfrøðingar, sum tú kemur at arbeiða saman við. Starvið er 33 tímar um vikuna og verður sett skjótast til ber.
Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkenningarnari námsfrøði og Betri vinir.
Sum starvsfólk í toyminum fert tú at:
arbeiða tætt saman við starvsfeløgum um einstaka barnið
leggja til rættis, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi
arbeiða miðvíst við málum og menningarætlanum fyri børnini
skapa tryggar relatiónir og eitt gott læringsumhvørvi
vera partur av eini felags fakligari menning og sparring, eisini í tøttum samstarvi við Námsfrøðiligu ráðgevingina
Vit vænta, at tú:
hevur áhuga og møguliga royndir í at arbeiða við børnum við serligum tørvi
ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarvi við onnur starvsfólk
hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum
leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin
kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
ert álítandi og nærverandi
møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
dámar væl at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 42.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til sertilboðið í Fjallafípuna
Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 til 7 ár. Fjallafípan er staðsett "Úti í Grøv", har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðinum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.