Vit leita eftir bókhaldara til Føroya Pedagogfelag.
Føroya Pedagogfelag sóknast eftir bókhaldara í fulltíðarstarv at byrja 1. januar 2027.
Føroya Pedagogfelag sóknast eftir bókhaldara í fulltíðarstarv at byrja 1. januar 2027.
Vit bjóða eitt starv í einum av størstu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í umsitingini
starvast 4 fólk. Hetta er eitt arbeiðspláss við nógvum fjølbroyttum uppgávum, har ongin dagur er
eins, og har møguleiki er fyri førleikamenning.
Vit vænta av tær
• at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, varðveita yvirlitið og laga teg eftir skiftandi uppgávumá
skrivstovuni.
• at tú hevur hollan kunnleika til bókhald og góðan teldukunnleika og dugir at arbeiða viðDynamics
365 Business Central og Excel.
Høvuðsuppgávan er at taka sær av bókhaldinum. Harumframt fevnir starvið um limarøkt og dagligt
samskifti við limir og samstarvspartar.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíðin er vanliga kl. 08.00–16.00. Tó kann
arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð koma fyri í sambandi við tiltøk, sum felagið skipar fyri.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sannu á Løgmansbø, forkvinnu, á tlf.
265326.
Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn og lívsrensl til sanna@pedagogfelag.fo.
Viðmerk „Bókhaldari“.
Umsóknarfreistin er 18. oktober 2026.
Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
FO-100 Tórshavn