Búmerkið hjá felagnum
26. nov. 2026

Barnauppreistur – og hvat kunnu vit læra av honum í Føroyum.

Í Danmark er ein uppreistur í gongd. Ein barnauppreistur.

Politiskt hevur barnaøkið í alt ov stóran mun verið niðurraðfest. Inklusjónspolitikkur uttan neyðugar ressursir, vánaligar normeringar, ov lítil fyrireikingartíð og stórt trot á pedagogum hava neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið. Trivnaðurin hjá bæði børnum og vaksnum er í váða.

Barnagranskarin Ole Henrik Hansen mælir í donskum miðlum beinleiðis til at lata stovnar aftur. Á sosialu miðlunum flóta uppsløg, sum rópa varskó um støðuna hjá børnum, trivnað teirra og møguleikarnar fyri menning.

Tað tykist, sum stendur heimssamfelagið við eitt vegamót: Hava børnini onga vernd í okkara accelererandi seinmodernaða samfelagi, har optimering og búskaparligur vinningur í alsamt størri mun eru avgerandi fyritreytir fyri politiskari raðfesting?

Føroysk børn og pedagogikkur á einum vegamóti

Í Føroyum er støðan tíbetur ikki eins álvarsom. Men vit kunnu væl og virðiliga enda har, um vit ikki taka okkum um reiggj nú. Gongdin vísir tekin um, at vit flyta okkum sama veg.

Politiskir myndugleikar tykjast ikki hava skilt, at góð pedagogisk tilboð og góðar arbeiðsumstøður hanga óloysiliga saman. Vit fáa ikki fleiri at velja pedagogiska yrkið við at lækka fakligu krøvini, meðan arbeiðsumstøðurnar versna. Vit mugu gera tað meira hugaligt at vera pedagogur.

Flestu kommunur hava nøktandi normeringar, men vit hava framvegis ikki tryggjað børnum lógarásettar minimumsnormeringar. Tað eiga vit at gera. Smærri barnabólkar eru ein av fortreytunum fyri at tryggja børnum neyðuga nærveru, umsorgan og pedagogiska dygd.

Eisini fyrireiking og faklig tíð eru ein avbjóðing. Í dag er fyrireiking í stóran mun treytað av, um leiðslan raðfestir hana, og um stovnurin hevur ment eina skipan og mentan fyri fyrireikandi arbeiði. Hjá nógvum starvsfólkum verður ábyrgdin løgd á tey sjálvi at finna tíðina. Men fyrireiking er ikki ein uppgáva hjá einstaka starvsfólkinum. Hon krevur tilrættislegging og leiðsluliga raðfesting.

Útbúgvingarpolitiskt verður eisini hálað aftur og fram. Tá ið trot er á starvsfólki, tykist svarið ofta vera at stytta útbúgvingar og lækka førleikakrøv. Men vit kunnu ikki loysa ein fakligan trupulleika við at lækka fakliga støðið. Tað er ein stuttskygd loysn, sum kann máa støðið undan teirri sterku pedagogfakligu mentanini, vit hava bygt upp her á landi.

Ymisk átøk eru sett í verk fyri at nøkta starvsfólkatrotið. Ein hjálparfólkaútbúgving er sett á stovn á miðnámsstigi, men gevur tíverri ikki atgongd til Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Fleiri kommunur skipa harumframt fyri merittútbúgvingum í samstarvi við danskar útbúgvingarstovnar, og Fróðskaparsetrið er farið undir at menna eina diplomútbúgving til roynd hjálparfólk, sum kann geva møguleika at taka fulla pedagogútbúgving eftir fimm árum í staðin fyri fýra.

Alt hetta eru royndir at finna loysnir. Men tá ið so nógvar ymiskar útbúgvingarleiðir verða mentar, er neyðugt at tryggja eina greiða fakliga heildarætlan. Annars gerst tað trupult at skilmarka, hvat ein pedagogur er, og hvørji faklig krøv vit skulu seta til pedagogiska arbeiðið. Tað er ein stór fakfelagslig avbjóðing.

Dagstovnalógin – ein hálv loysn

Fakligheit er ein fyritreyt fyri dygd. Førleikamennandi útbúgvingar og skeið til hjálparfólk, eins og eftirútbúgvingar til pedagogar, eru neyðugar íløgur í pedagogiska arbeiðið og í tilboðini til børn, ung og vaksin. Vit mugu finna haldbarar loysnir, sum taka støði í okkara egna samfelagi og teimum tørvum, vit hava her á landi.

Í hesum døgum verður kjakast um dagstovnalógina. Lógin er farin um sítt 25. ár, og tí er neyðugt at dagføra hana, so hon samsvarar við krøvini í dagsins samfelagi og tær avbjóðingar, sum dagstovnaøkið stendur við.

Arbeiðið við dagføringini byrjaði í 2024, men steðgaði upp, tí semja fekst ikki um ávísar partar, sum hava stóran týdning fyri fakliga innihaldið í dagstovnaarbeiðinum. Kompromisið varð at dagføra tríggjar greinar fyrst og síðani taka lógina bita fyri bita. Hetta kann vera ein skilagóð millumloysn, men vandin er, at tann fakliga dagføringin verður nógv seinkað.

At dagstovnaøkið er lagt undir kommunurnar, er ein avbjóðing í sjálvum sær. Kommunufelagið umboðar kommunurnar politiskt, men Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) skal eisini takast við, tá ið broytingar hava fíggjarligar og sáttmálaligar avleiðingar. Løn, førleikamennandi viðbøtur, eftirløn, fyrireikingartíð og aðrar arbeiðsumstøður skulu viðgerast í hesum høpi. Sostatt verða týðandi faklig og arbeiðsmarknaðarpolitisk viðurskifti í stóran mun løgd út til samráðingar, har vælvildin hjá arbeiðsgevarasíðuni verður ein avgerandi faktorur.

Landsstýrismaðurin, sum hevur yvirskipaðu politisku ábyrgdina, hevur higartil ikki tikið stig til skipað eftirlit ella eftirmeting av pedagogisku tilboðunum. Ein nýggjur ráðgevi er tó settur í Námi við dagstovnaøkinum sum arbeiðsøki, og skal hann virka sum bindilið millum land og kommunur. Tað er ein møguleiki at styrkja samstarvið og tryggja, at faklig menning, útbúgving og dygd verða raðfest javnt kring landið.

29 kommunur kunnu skipa dagstovnaøkið á 29 ymiskar hættir. Tað merkir, at stórur munur kann vera á, hvussu pedagogisku tilboðini eru skipað, og hvørja dygd tey hava. Vit vita longu, at børn í ymiskum kommunum ikki altíð hava somu møguleikar. Summi fáa dygdargóð tilboð og góðar menningarmøguleikar, meðan onnur ikki fáa sama tilboð ella somu dygd.

Dygdin er í stóran mun treytað av teimum, sum arbeiða á stovnunum, men eisini av teimum karmum, førleikum og møguleikum, tey hava at fremja eitt dygdargott pedagogiskt arbeiði.

Ein tann størsta avbjóðingin í dag er støðan hjá børnum við serligum tørvi.

§ 5 – frá einstaklingahjálp til inklusjón

Dagstovnalógin varð samtykt 10. mai 2000. Upprunaliga ásetti § 5, at øll børn við serligum tørvi høvdu rætt til dagstovnapláss sambært dagstovnalógini, men at serligur stuðul skuldi latast sambært aðrari lóggávu, tá forsorgarlógini ella barnaforsorgarlógini.

Hetta hevði við sær, at Almannastovan skuldi játta stuðul til barnið. Stuðulin var sostatt ikki partur av vanligu starvsfólkanormeringini á stovninum, og barnið fekk í stóran mun eitt einstaklingatilboð heldur enn at verða ein natúrligur partur av pedagogiska felagsskapinum. Harumframt var arbeiðs- og ábyrgdarbýtið millum leiðslu og stuðulsfólk ógreitt.

Í 2003 varð settur ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, MBF og Almanna- og heilsumálaráðnum. Niðurstøðan var, at børn við serligum tørvi skuldu hava rætt til ansing á jøvnum føti við onnur børn, og at heimildin skuldi vera í dagstovnalógini – ikki í aðrari serligari lóggávu.

Við broytingini varð ábyrgdin flutt til kommunurnar, sum skuldu veita ansing, seta starvsfólk, rinda útreiðslurnar og tryggja nøktandi hølisviðurskifti og pedagogisk tilboð.

Tað var ein grundleggjandi broyting í hugsjónini. Í staðin fyri at byggja á einstaklingaloysnir skuldu kommunurnar styrkja normeringina og førleikarnar á dagstovnunum. Barnið skuldi ikki longur skiljast frá felagsskapinum fyri at fáa hjálp. Heldur skuldi felagsskapurin hava førleika og karmar at rúma barninum.

Hetta var ikki bara ein spurningur um at tryggja børnum við serligum tørvi eitt pláss. Tað var ein hugsjón um, at øll børn skuldu vera partur av sama pedagogiska umhvørvi, undir somu leiðslu og somu pedagogisku ábyrgd.

Men ein lógarásettur rættur til eitt pláss tryggjar ikki í sjálvum sær, at neyðugu fakligu førleikarnir, normeringin, sernámsfrøðiliga ráðgevingin og fíggjarligu karmarnir eru til staðar.

Vit hava sostatt flutt ábyrgdina inn í tann vanliga pedagogiska felagsskapin. Men hava vit samstundis flutt neyðugu førleikarnar, resursirnar og fíggingina við?

Barnarættindi – hvør verjir tey

Stóri spurningurin í dag er, hvørt vit í veruleikanum halda okkara skyldur mótvegis børnum. Vit hava lógarásett rættindi, vit hava altjóða sáttmálar og vit hava eina inklusiónshugsjón. Men rættindi á pappírinum hava lítið virði, um neyðugu karmarnir ikki eru til staðar í veruleikanum.

Bæði Barnarættindasáttmáli ST og Salamanca-yvirlýsingin frá 1994 staðfesta týdningin av rættinum hjá øllum børnum til menning, útbúgving og luttøku, eisini børnum við serligum avbjóðingum.

Dagstovnurin er fyrsti skipaði pedagogiski felagsskapurin, sum barnið verður partur av uttan fyri heimið. Hann er fyrsta liðið í útbúgvingarleið barnsins. Ymisk børn krevja ymiskar pedagogiskar loysnir, og tí má dagstovnatilboðið hava neyðugan fleksibilitet og fakligt innihald til at møta tørvinum hjá einstaka barninum.

Hetta er ikki ein eyka tænasta. Tað er ein rættur hjá barninum.

Tíverri fáa langt frá øll børn við serligum tørvi eitt tilboð, sum samsvarar við teirra tørv. Bara seinasta mánaðin hevur Pedagogfelagið móttikið fleiri áheitanir frá starvsfólkum, sum eru frustrerað, tí tey ikki megna at røkka teimum krøvum, sum uppgávan setur. Fyrireikingartíð, faklig menning og fysiskir karmar eru ikki nøktandi. Hetta slítur starvsfólkini, sum verða strongd og í summum førum sjúkraskrivað. Í síðsta enda gongur tað eisini út yvir stabilitetin á stovninum og dygdina í tilboðnum til barnið.

Vit vita eisini, at tørvurin á stuðli veksur. Tann 19. november varð greitt frá, at Tórshavnar kommuna væntaði at brúka 18 mió. kr. til stuðulstímar til børn við serligum tørvi í 2026, meðan upprunaliga játtanin var 9 mió. Kr. Hetta er ein greið ábending um, at veruligi tørvurin og fíggjarligu fortreytirnar ikki fylgjast.

Tórshavnar kommuna er ikki einsamøll um avbjóðingina. Tørvurin á stuðli og sernámsfrøðiligum førleikum er ein avbjóðing, sum ger seg galdandi kring alt landið.

Tá arbeiðsumstøðurnar ikki eru nøktandi, versnar trivnaðurin hjá bæði starvsfólkum, børnum og foreldrum. Tað er ein ringrás, har øll í seinasta enda eru taparar.

Tankin aftan fyri inklusjón er bæði góður og týdningarmikil. Men tað er avgerandi at undirstrika, at rætturin til luttøku er meira enn rætturin til eitt dagstovnapláss. Barnið skal ikki bara vera á stovninum. Tað skal hava veruligar møguleikar at vera ein virkin partur av pedagogiska felagsskapinum.

Inklusjón krevur fakligar og fíggjarligar karmar. Tað ber ikki til at leggja ábyrgdina á einstaka pedag­ogin, starvsfólkið ella dagstovnaleiðaran uttan samstundis at tryggja neyðuga normering, sernámsfrøðiliga ráðgeving, førleikamenning og stuðul.

Inklusjón er ein felags faklig, politisk og samfelagslig ábyrgd. Politiski myndugleikin, kommunur, leiðslur og fakfólk hava øll hvør sína ábyrgd. Tað er ikki einstaka barnið ella einstaki stovnurin, sum skal bera ábyrgdina av, at inklusjónin eydnast.

Inklusjón er tí ikki ein spurningur um, hvussu nógv børn við serligum tørvi vit kunnu rúma í verandi skipan. Tað er ein spurningur um, hvussu vit skapa eina pedagogiska skipan, sum hevur førleika og umstøður at møta margfeldinum av øllum børnum.

Kanska er tíð at fara á barrikadurnar

Í Danmark er ein barnauppreistur í gongd. Kanska eiga vit eisini at fara út á barrikadurnar í Føroyum.

Ikki tí at vit eru komin eins langt út á eggina, men tí at vit síggja somu tekin. Vit vita, hvat krevst fyri at tryggja børnum trivnað, menning og veruliga luttøku. Vit vita eisini, at tað krevur fakligar førleikar, góðar arbeiðsumstøður og fíggjarligar karmar.

Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð at raðfesta børnini, men heldur um vit hava ráð at lata vera.

Tí ein íløga í pedagogikk er ein íløga í børnini – og í framtíðina hjá okkara samfelagi.