Í dag vóru umboð úr nevnd og umsiting hjá Pedagogfelagnum og vitjaðu tey nýggju námsfrøðislesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í ár.
Umboðini frá Pedagogfelagnum greiddi teimum lesandi frá týdninginum av einum fakfelag, og hvat Pedagogfelagið kann bjóða teimum sum lesandi, og tá tey eru liðug við útbúgvingina og eru komin í starv. Eisini varð millum annað tosað um hvønn virknan leiklut tey lesandi sjálvi møguliga kunnu hava í felagnum.
35 byrjaðu námsfrøðisútbúgvingina í ár. Og talið av umsóknum at sleppa at lesa er aftur vaksandi eftir at tað hevur verið fallandi í nøkur ár. Ein gleðilig gongd fyrinámsfrøðiliga yrki í Føroyum, har stórur tørvur er á at fáa fleiri námsfrøðingar á arbeiðsmarknaðin.
You must be logged in to post a comment.