Búmerkið hjá felagnum
17. feb. 2025

Barnsins rættindi til feriu.

Nú er fyrsta vetrarferian hjá føroyskum skúlabørnum farin framvið.

Deildar meiningar eru um hesa nógv umrøddu feriu – bæði innan skúlaverk og millum foreldur. Øll kunnu vit skjótt semjast um, at tað er bæði gott og tiltrongt at fáa feriu av og á, men í hesum føri eru meiningar frammi um, at júst hendan ferian órógvar meira enn hon gagnar.

Kanska er hon ikki nóg væl gjøgnumhugsað. Kanska hevur mann ikki tikið øll sjónarmið nóg væl við, ella vent teimum meira avbjóðandi avleiðingunum nóg gjøllað. Tí hvussu skulu foreldur skipa seg, tá teirra egna arbeiðslív og feriuætlan ikki er tillagað tørvin hjá barninum? Og hvussu kemur hetta at ávirka feriutilrættisleggjan hjá familjuni annars?

Eitt er, at eldru børnini, tey sum eru von við og megna at vera einsamøll heima, fáa frí nakrar dagar – annað eru yngru børnini; tey í 1-3 flokki. Hesi, sum flest øll eru von at fara í frítíðarskúla eftir skúlatíð, so tey ikki skulu sita einsamøll heima, til foreldur teirra koma frá arbeiði. Hesi børn kunnu ikki bara fáa vetrarfríð á sama hátt sum tey eldru, so hvat gera vit við tey?

Tilvildin á økinum

Í summum kommunum hevur mann valt at lata frítíðarskúlan hava opið soleiðis, at børnini kunnu fara í frítíðarskúla meðan foreldrini, sum annars ikki hava vetrarfrí, eru til arbeiðis. Í grundini ein fín loysn, tí frítíðarskúlin kann skipa tilboð við ymsum kreativum virksemi ella spæli, har børnini kunnu hugna sær saman við vinum undir tryggum kørmum.

Tó, her eru ávís viðurskifti ið skapa undran. Tí, um tað er neyðugt fyri børn at halda vetrarfrí, er tað so í lagi, at tey halda vetrarfrí í frítíðarskúlanum? Er tað at hava feriu, at vera í frítíðarskúla?  Eg undrist.

Í øðrum kommunum hevur mann valt at steingja frítíðarskúlan ímeðan vetrarferian er. So tað er tilvildin ið ræður, og hetta bendir á, at vit ikki hava vent spurninginum nóg væl í einum yvirskipaðum formi; hvør kommuna ger sum hon vil, og børn og familjur fáa tí ymisk tilboð, alt eftir hvar tey eru búsitandi.

Sum eg síggi tað, eiga børn at halda feriu saman við sínum foreldrum og systkjum – ferian skal njótast saman við familjuni. Eftir míni fatan skulu børn ikki halda feriu í frítíðarskúlanum – tað er ikki feria, hóast tú kanst vera har saman við tínum vinum og spæla allan dagin.

Eftir míni fatan hava vit als ikki tikið hædd fyri øllum sjónarmiðum og umstøðunum hjá einstøku familjuni, tá avgerðin um vetrarferiu varð tikin. Heldur ikki hava vit vent spurninginum, hvussu kommunala tilboðið eftir skúlatíð, sum er frítíðarskúlin, skal skipast, tá børn hava feriu. Veruleikin er, at børn alt ov ofta blíva koyrd í frítíðarskúlan, tá skúlin er stongdur.

Feria og rættindi

Er hetta rætta leið at ganga fyri barnið í nútíðarsamfelagnum? Eru børn ikki alt ov nógvar tímar uttan fyri heimið, alt ov nógvar tímar á stovni? Hvat við rættindum til at kunna halda frí? Grein 3 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at barnið hevur rætt til hvíld og frítíð. Men er hetta yvirhøvur nakað vit hava í huga, tá vit innrætta samfelagið og skipa arbeiðslívið hjá okkara borgarum? Hví er eitt nú eingin feriulóg, ið umfatar børn og barnalív? Vit hava eina feriulóg fyri vaksin, men børnini skulu bara sum frægast laga seg til samfelagsliga tørvin, og brúka størsta partin av sínum vakjandi tímum uttanfyri heimið saman við øðrum enn sínum foreldrum. Hvar er barnaperspektivið, nú vit øll tosa so nógv um tað góða barnalívið, um trivnað millum børn, og at gera Føroyar til besta land at vaksa upp í?

Sum sagt – feria er av tí góða, og eigur at geva tí einstaka møguleika og tíð til at traðka út úr dagsins resið; at hvíla og kunna raðfesta nærveruna í familjuni.

Men tíverri eri eg bangin fyri, at børnini, sum í vetrarferiuni annaðhvørt eru í frítíðarskúla, ella sita einsamøll heima við einum skermi, ikki fara at fáa tað gagn av hesi feriu, sum vit ímynda okkum. Eg haldi, at vit áttu at tikið størri atlit til barnsins tørv og tryggjað okkum, at børn halda feriu saman við sínum foreldrum.

Tað undrar meg eisini, at politiska skipanin hevur valt at geva skúlabørnum tríggjar dagar í vetrarferiu, í meðan fleiri av okkara yngstu børnum undir skúlaaldur als onga feriu fáa. Vit mugu hyggja at heildini og tryggja, at øll børn í Føroyum fáa rætt til feriu og ikki bara nøkur útvald børn, tí vit síggja í alt ov stóran mun, at børn undir skúlaaldri hava langar dagar á stovni. Hetta í sjálvum sær elvir til børn, sum blíva troytt og strongd, og sum tískil eisini hava tað sera strævið í dagsins samfelag, har alt frammanundan gongur við rúkandi ferð.

Kanningar uttanlands eitt nú í DK vísa, at børn halda væl styttri feriu enn foreldrini, í summum førum bara helvtina av feriutíðini hjá foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at jú yngri børnini eru, jú styttri halda tey feriu. Og sum vit vita, er støðan í Føroyum í flestu førum tann sama, sum í londunum kring okkum, vit hava tíverri ikki kanningar, ið kunnu staðfesta hetta.  

Feria, trivnaður og menning

Eitt annað sjónarmið, sum vit eisini eiga at hava í huga, tá vit tosa um týdningin av feriu er, at tá vit halda frí, kemur friður á okkara nervalag; vit kunnu fara í mentala restitutión, kroppurin og sinnið kunnu hvíla og fáa eitt “time out”. Fakta er, at gerandisdagurin á stovni er sera stævin fyri lítil børn – tey fáa nógv inntrykk, skulu fyrihalda seg til eina rúgvu av sosialum sambondum, og hetta er krevjandi fyri kognitivu evnini og fyri sálarliga trivnaðin og menningina hjá barninum. Tá børnini so fáa feriu, uppliva vit ofta, at tey gera hesi stóru lopini í menningini – nervalagið fær eina pausu, krøvini verða minni og færri, og barnið sleppur at seta ferðina niður.

Tí er hetta eitt evni vit eiga at viðgera nógv meira, og tosa nógv meira um; hví hava børn so stóran tørv á at halda frí? Hví er ferian ein týdningarmikil liður í menningini hjá barninum? Og hví hava børn krav uppá, at vit taka atlit til teirra frítíð?

Vilja vit verða heimsins besta land hjá børnum at vaksa upp í, mugu vit hava barnsins tørv fremst í huga, eisini tá avgerðir um feriu og frítíð verða tiknar. Og hóast eg haldi, at vit hava tosað ov lítið um hví vit nú skulu hava vetrarfrí, kann tað sjálvandi hugsast, at vit, tá fyrsta vetrarferian er farin um bak, standa eftir við eini jaligari uppliving. Livst, so spyrts – men neyðugt er við eini góðari og gjøllari eftirmeting, samstundis, sum vit í nógv størru mun eiga at taka kjakið upp um feriu og rættindi til frítíð hjá børnum undir skúlaaldur.