10. jan. 2025
Kunning um aðalfundin 2025.
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 29. mars.
Skráin til aðalfundin er sambært §8, stk. 5 í lógum felagsins.
Limir ið ynskja at bjóða seg fram til nevndarval ella val til Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið, skulu boða umsitingini frá hesum í seinasta lagi 1. februar 2025. Nærri kunning um hetta í komandi viku.
Um onkur hevur uppskot at leggja fyri aðalfundin, broytingar í lógum felagsins ella annað, er freistin eisini 1. februar 2025.
Nærri verður lýst seinni, um tilmelding v.m.
Samband
T-postur: pedagog@pedagofelag.fo
Bræv: Føroya Pedagogfelag, Tungugøta 1, 100 Havn