Búmerkið hjá felagnum
11. des. 2024

Ungdómsvirksemi – Sæbjørn Johannesen skrivar.

Hvat er eitt ungdómshús. Er tað bara eitt hús fult av unglingum, sum gera tað tey hava hug til, ella er tað eitt skipað tilboð til ung, har tey hava møguleika at koma, tá teimum tørvar. Kenna tey, at tey verða tikin í álvara, har tey hava møguleikan at hava ávirkan. Er tað eitt stað, har tey kunnu verða saman við øðrum ungum út frá egnum fortreytum, saman við vaksnum, sum taka tey í álvara.

Ungdómshús her á okkara leiðum verða fyri tað mesta rikin av kommununum. Kommunan letur hølið og hevur ábyrgd av rakstrinum.

Tað er ymiskt frá stað til stað og frá kommunu til kommunu, hvussu ungdómshúsini verða skipað. Hettar er eisini tengt at hvørji starvsfólk arbeiða í teimum ymisku støðunum. Summastaðni eru húsini skipað sum eitt tilhaldsstað, har ung at møtast, og tey vaksnu sum eru til staðar, eru har mest fyri at halda eyga við teimum ungu. Flestu støðini eru tó skipað við tí fyri eyga, at vera ein virkin partur av lívinum hjá tí einstaka unga, sum nýtur húsið.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi – er tað neyðugt við ungdómshúsum? Vit hava jú alskyns rúgvu av ítróttartilboðum, sum børn og ung hava møguleika at fara til. Eisini eru felagsskapir, sum bjóða ymisk onnur tilboð. Hesi tilboð eru atkomulig fyri størsta partin av landinum, so hví brúka pening uppá ungdómshús?

Flestu børn í landinum ganga til onkran ítrótt, og fleiri njóta eisini gott av tilboðunum frá teimum ymisku felagsskapunum í barnaárunum. Tá tey gerast tannáringar, er tað tó nógv sum broytist. Heilin hjá tannáringum er í stórari broyting, og hettar førir við sær, at kenslurnar verða ávirkaðar. Tær kunnu verða ógvusligar og torførar at stýra. Tey megna í nógvum førum ikki at gjøgnumskoða, hvørjar fylgjurnar av teirra avgerðum og gerðum eru. Hettar hevur eisini við sær, at tey í summum førum gevast í felagsskapunum, sum tey hava verið partur av sum børn.

Hugurin at uppliva okkurt annað gerst sterkari. Ítrótturin byrjar at at krevja meira og meira. Ikki øll ung hava hug og orku til at nýta so nógva tíð til ítrótt. Tey eru blivin tannáringar og hava hug at nýta tíðina til annað. Her eru  ungdómshúsini eitt gott alternativ. Tað er væl prógvað, at ein virkin ungdómur er ein sunnari ungdómur við størri lívsmátti og treystleika, sum er í minni vanda fyri at koma út í kriminalitet og misnýtslu.

Í dag síggja vit ung, sum í størri mun enn fyrr ikki trívast, og hava trupult við at finna ein felagskap, har tey kenna seg at hoyra til. Talið av ungum, sum av ymiskum orsøkum ikki megna vanliga fólkaskúlan, veksur alsamt. Vit síggja ung, sum taka seg aftur og venda felagskapinum bakið. Teimum væntar í størri mun nú enn fyrr lívsmátt og treystleika. Vit síggja eisini, at ung sum ikki hava frítíðarítriv, so sum ítrótt og annað, fara út á gøturnar at reika, og tá vita vit, at møguleikin fyri, at tey kunnu koma út í óførið, økist.

Tá vit tosa um ein virknan ungdóm, er tað í nógvum førum ítrótt og skúla vit hava í huganum. Hetta er sum vera man sera týdningarmikið, men vit hava hug at gloyma tann skapandi partin, sum tey ungu eisini kunnu vera virkin í, og felags um. Í ungdómshúsum hava tey ungu góðan møguleika at nýta síni skapandi evni. Ungdómshús hava møguleika at bjóða alskins virksemið, sum t.d. tónleik, ymiskar kreativar verkstovur, eins og ítrótt á íðkanar støði.

Hugsa vit um ABC sálarheilsuráðini eru nakrir lykla setningar, sum vit skulu hava í huga. Teir eru “ver virkin, ver saman, ver hugbundin”, og er virksemið hjá ungdómshúsunum í tráð við hesi lyklaorð.

Ungdómshús eru í SSP samstarvinum, sum er eitt tvørfakligt samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi. Hetta gevur m.a. møguleika fyri fyribyrgjandi arbeiði, og at samstarva og lofta ungum, sum koma á vandakós. Tá ung verða spurd um, hví tey koma í ungdómshús er svarið, at hóast vinfólk og tann góði felagsskapurin hava stóran týdning, og at skipaða virksemið avgjørt eisini dregur, so hava tey vaksnu, sum arbeiða har, eisini stóran týdning fyri tey. Tað, at vera saman við álítandi vaksnum, sum geva sær stundir at lurta og taka tað í álvara, sum tey hava í huga og møguliga stríðast við, hevur stórt virði fyri tey. Tey ungu meta, at tað hevur nógv at týða, at starvsfólkini duga at vera á teirra støði, samstundis sum tey eisini, eru vaksin, eru vegleiðandi og taka ábyrgd.

Í einum fólkaræði sum her hjá okkum, er tað neyðugt at børn og ung læra týdningin av, at tey hava eina rødd og verða hoyrd, vird og sædd. Í einum ungdómshúsi hava ung møguleika at vera tikin við í avgerðum um, hvussu gerandisdagurin verður skipaður, og í virkseminum sum verður bjóðað. Kenslan av at hava ávirkan á egið lív, felagsskapin og á umhvørvið, økir um sjálvsálit, sjálvvirði og styrkir lívsmátt og treystleika, og er ein góð venjing í fólkaræðisligum tilgongdum.

Ungdómshús eru tí av alstórum týdningi í samfelagnum, og eitt gott amboð at stuðla okkara ungu í at koma gjøgnum tannárini á ein sunnan hátt, og at gerast virkin menniskju, sum trívast í lívinum.

Hevur hetta kostnað við sær? Ja, í fyrstu atløgu hevur hetta útreiðslur við sær. Tað kostar at reka eitt virkið ungdómshús. Men er tað ein útreiðsla, tá vit tosa um menniskju, ella kann man hugsa tað sum eina íløgu í framtíðina? Í hesum føri eru tey ungu ættarliðið, sum kemur at ráða fyri borgum seinni.

Skapa vit ikki røttu umstøðurnar fyri tey nú, so kemur tað at kosta samfelagnum meira seinni.

Peningur, sum verður settur í menniskju, er als ikki ein útreiðsla, men ein íløga í framtíðar samfelagið. Ein íløga í framtíðar Føroyar.

Sæbjørn Johannesen, námsfrøðingur og nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag.