Kunning um aðalfundin hjá Námsfrøðingaráðnum og Hjálparfólkaráðnum.
Vit skulu boða frá, at aðalfundirnir hjá Námsfrøðingaráðnum og Hjálparfólkaráðnum, sum skuldu verða samstundis sum aðalfundurin hjá felagnum, orsakað av metstórum luttakaratali til aðalfundin á Hotel Føroyum leygardagin 29. mars, verða útsettir og harvið ikki formliga hildnir tann dagin.
Á aðalfundinum leygardagin verður formliga innkallað til eykaaðalfund í teimum báðum ráðunum. Orsøkin er, at tað ikki er møguligt at hava stóru sundurskildu ráðsaðalfundirnar sama dag, tí hølir ikki eru tøk til so nógv fólk á hotellinum. Á aðalfundinum leygardagin verður tí boðað frá, at vanligi aðalfundirnir hjá ráðunum verða úsettir, og i ístaðin verða eykaaðalfundir í Námsfrøðingaráðnum og Hjálparfólkaráðnum hildnir á Hotel Føroyum tann 23.apríl kl.17.30 við skrá sambært viðtøkum felagsins.
Eftir eykaaðlfundirnar hjá ráðunum tann 23. apríl, umleið kl. 19.00, verður skipað fyri fyrilestri. Meira kunning um hetta kemur seinni.
Vinarliga nevndin