Búmerkið hjá felagnum
07. apr. 2025

Við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast.

Katrin Helgadóttir, varaforkvinna, skrivar

Yvirskriftin á hesari greinini er nýggja visjónin hjá Føroya Pedagogfelag. Visjónin lýsir bæði týdningin av og grundarsteinin undir okkara faki, nevniliga trivna og menning. Fyri at vit á námsfrøðiliga økinum skulu fremja menning og trivnað, er alneyðugt, at vit sjálvi trívast og mennast á arbeiðsplássinum. Nógv verður prátað um, hvat kann gerast fyri, at fólk skulu støðast á økinum, men lítið verður gjørt. M.a. er alt arbeiðið við at implementera 37 tíma arbeiðsviku steðgað, tí ongin peningur er at fíggja átakið við. Eitt átak, ið uttan iva hevði bøtt munandi um trivnaðin og dygdina á námsfrøðiliga økinum.

“Also, tað virkar so hugnaligt hjá tykkum”

Hetta er ein setningur, ið eg ofta hoyri, og eg blívi líka ørkymlað hvørja ferð. Tí tað undrar meg, at fólk framvegis halda, at “hugni” er tað orðið, ið best lýsir okkara námsfrøðiligu størv og okkara arbeiðsdag á námsfrøðiliga økinum. Tað áhugaverda er, at hesin retorikkurin hevur altíð verið knýttur at okkara øki, so hvat er tað so, sum ger, at tað er so? Duga vit námsfrøðingar ikki nóg væl at lýsa okkara arbeiðsøki? Ella man tað vera tí, at kvinnur hava havt ræði á økinum øll árini? Tí eg loyvi mær at ivast í, at nakar sigur við eitt nú ein maskinmeistara, at hansara starv tykist at vera so “hugnaligt”. Eg skal viðurkenna, at arbeiðsuppgávurnar hjá okkum á námsfrøðiliga økinum og einum maskinmeistara illa kunnu samanberast, tó vil eg framheva tveir teir mest týðandi munirnar: Okkara arbeiðsøki er kvinnudominerað, ímeðan teirra er mansdominerað. Og okkara arbeiðsøki verður bólkað undir “bleytu virðini” og teirra undir “hørðu virðini”. Hesi báðir munir hava nakað at siga í sambandi við mátanum, hvussu vit lýsa arbeiðsøkini, og kann vera ein av frágreiðingunum uppá, hví fólk framvegis síggja námsfrøðiliga økið at vera so “hugnaligt”. At námsfrøðiliga økið verður lýst sum nakað “bleytt”, og at vit samstundis knýta hugtøk sum “umsorgan”, “nærvera” og “empati” afturat, dygdir, ið aloftast verða sæddar sum nakað, kvinnur duga serliga væl, so halda vit fast í eini samfelagsligari fatan, at vit “bara passa børn og veikastu borgarnarnar”. 

Arbeiðskrøvini

Sum dagstovnaleiðari upplivi eg ferð eftir ferð, at fólk, ið søkja starv halda, at øll kunnu starvast innan námsfrøðiliga økið, tí mann skal bara vera blíður, fittur og tíma at vera saman við menniskjum. Hetta er tó ikki veruleikin. Umsorgan er ein essentiellur partur av okkara arbeiði, og eg vil pástanda, at tað ikki er møguligt at arbeiða við menniskjum, uttan at vísa umsorgan. Men tað er ikki nóg mikið bara at vísa umsorgan. Kravið til einstaka starvsfólkið er stórt, tí vit eru amboðið í okkara arbeiði. Um borgarin gerst útatreagerandi, ella barnið sigur nei til at luttaka, so eru tað vit, ið mugu finna loysnina, vit mugu seta okkara egnu kenslur og tørv til síðis, broyta praksis, vit mugu finna útav, hví hendan reaktiónin uppstendur, vit skulu miðla loysnina víðari til okkara starvsfelagar, vit skulu tryggja, at ongin kemur til skaða, vit skulu tryggja at borgarin/barnið kemur úr støðuni, vit skulu kunna avvarðandi, og vit hava ábyrgdina av, at relatiónin okkara millum ikki verður ávirkað. Vit skulu megna at navigera í einum starvi, har sorg, kreppa, tvístøður og sálarligur og likamligur harðskapur kann koma fyri. Harumframt skulu vit megna altíð at umboða okkara borgarar, tá vit m.a. arbeiða tvørgeiraligt við eitt nú barnavernd, sernám, psykiatriska depilin, læknar o.s.v.

Kvinnan, arbeiðið og familjan

Tá míni starvsfólk ynskja at fara niður í tíð, eru høvuðsorsøkirnar tær, at tey ynskja at raðfesta sína egnu heilsu, og tí tey ynskja størri javnvág millum arbeiði og familju. Eins og limaskarin í Føroya Pedagogfelag, er ein stórur meiriluti av mínum starvsfólkahópi kvinnur. Av tí at so stórur meiriluti av starvsfólkunum á námsfrøðiliga økinum eru kvinnur, meti eg tað vera relevant at lýsa ein vinkul av at vera kvinna og mamma á námsfrøðiliga økinum.

Í 2021 gjørdu Regin Berg og Jan Otto S. Holm eina kanning fyri Fakfelagssamstarvið. Heitið á kanningini er “37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar” og er grundað á fleiri enn 70 keldur, 13 samrøður og dátur fyri 5.630 løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Kanningin vísir m.a. á, at royndir aðrastaðni í heiminum eru, at ein styttri arbeiðsvika økir um vælveruna og heilsuna, og fólk hava meira yvirskot. Júst hetta við manglandi tíð og yvirskoti til heim, familju og seg sjálvi er nakað sum gongur aftur í prátinum við míni starvsfólk. Kanningin hjá Fakfelagssamstarvinum vísti á, at í USA brúka kvinnur 29 tímar um vikuna upp á húsarbeiði, meðan mannfólk brúka 16 tímar (og teirra uppgávur taka nógv styttri tíð). Hvussu fordeilingin sær út í Føroyum, veit mann ikki. Men um vit siga, at ein kvinna brúkar 15 tímar um vikuna til húsarbeiði, so er hennara reella arbeiðsvika 55 tímar. 15 av hesum tímunum eru ósjónligir og verða ikki taldir við nakrastaðni. 

Ein grein frá 2022 sum University of Melbourne útgav, definerar ósjónligt arbeiði at vera kensluligar og kognitivar uppgávur. Eyðkenni fyri hesar uppgávur er, at umframt at vera ósjónligar eru tær eisini óløntar og konstantar, tí tær eru knýttar at teimum fólkunum, ið standa okkum tættast. Hetta eru uppgávur, ið mugu fremjast, fyri at heimið skal koyra, børnini skulu trívast, og at familjan generelt skal hava tað gott. Greinin hjá Melbourne University definerar ósjónligar arbeiðsuppgávur at vera at fáa tíð til lækna, tannlækna, foreldraviðtalur, loysa tvístøður millum systkin, gera døgurða og matpakkar, vaska klæðir, keypa nýggj vetrarklæðir, baka bollar til heimakapping hjá børnunum, fáa bilin til sýn, koyra børn til útikapping o.s.v.

Relatiónsarbeiðið er krevjandi og til tíðir tyngjandi, og tí er osjónliga arbeiðsbyrðan m.a. ein faktorur, ið má innroknast, tá vit skipa okkara arbeiðspláss á námsfrøðiliga økinum.


Uppgávan hjá arbeiðsgevaranum

Trivnaðurin hjá starvsfólkum hongur óloysiliga saman við trivnaðinum hjá borgarum. Tí er neyðugt, at starvsfólk eisini trívast til arbeiðis. Hvussu fremur mann so hetta, tá námsfrøðiliga økið er so spjatt og liggur deilt millum kommunu og land? Veruleikin hjá øllum okkara limum er tann, at vit alt ov ofta taka arbeiðið við heim, serliga tær truplu støðurnar verða vendar í høvdinum heima við hús.

Ein byrjan er at áseta eitt realistiskt vikutal av fyrireikingartímum, tí tað er staðfest, at 1 tími um vikuna er ikki nokk. Ein áseting um puls/fyrireikingartímar hevði givið okkum møguleika at eftirmeta saman við leiðslu og starvsfeløgum um hendingar og okkara praksis, og á tann hátt fingið lagt arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum.

Hóast vit ikki hoyra so nógv til hesar ætlanirnar longur, so hevði ein 37 tíma arbeiðsvika bøtt munandi um trivnaðin hjá okkum á námsfrøðiliga økinum, tí tað hevði givið eina betri javnvág millum privatlív og arbeiðslív. Virðið í námsfrøðini kann ikki mátast í krónum og oyrum, vit mugu tí hyggja at trivnaðinum hjá menniskjunum í okkara samfelagi, tí námsfrøðin røkkur víða og fevnir um borgarar í øllum aldri.