Búmerkið hjá felagnum
05. mai 2025

Álitisfólkafundur - Margit Stórá, landstýriskvinna, var á gátt og greiddi frá nýggju kunngerini um sálarligt arbeiðsumhvørvi..

Landstýriskvinnan hevur sett 2025 at verða umhvørvisár, og tí var evnið á álitisfólkafundinum í dag m.a nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Á álitisfólkafundinum í dag varð sjóneykan sett arbeiðsumhvørvið og nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvið.

í DK kom sálarligt arbeiðsumhvørvið inn í lóggávuna í 2020, so vit eru eftirbátur á økinum, og allir partar viðurkenna, at tað er tørvur á at fáa hendan partin inn í føroysku lóggávuna sum skjótast.

Margit Stórá, landstýriskvinna, byrjaði fundin við at siga nøkur orð um hugsjónina handan kunngerðina, og hví hon er neyðug á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Anna A. Andresen, sálarfrøðingur og deildarleiðari á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum legði síðan fram um sjálva kunngerðina og innihaldið í henni. 

Eftir framløgurnar var lagt upp til spurningar og kjak, og nógvir áhugaverdir tankar komu frá limunum. 

Vit kunnu bara fegnast um at vit eru komin so langt í hesum máli, men mugu tó staðfesta, at tað týdningarmiklasta arbeiði enn liggur fyri framman. Eitt er at hava eina kunngerð; annað er at seta hana í verk, soleiðis at vit veruliga koma at merkja batar í arbeiðsumhvørvi og trivnaði á øllum arbeiðsplássum. 

Viðheft er leinki til umhvørvismálaráðið og nýggju kunngerðina, sí niðanfyri:

https://www.umhvorvi.fo/fo/kunning/tidindi/fokus-a-salarligt-arbeidsumhvoervi

https://view.officeapps.live.com/op/view.aspx?src=https%3A%2F%2Flandsstyri.cdn.fo%2Fsavn%2Fsxogs4tr%2Fuppskot-til-kunngerd-um-salarligt-arbeidsumhvoervi.docx%3Fs%3DxzRwRjvVxLC97z-zu4rAsxPbNeQ&wdOrigin=BROWSELINK

Leinki til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, har fleiri góðar vegleiðingar til arbeiðsumhvørvi liggja: 

https://arb.fo/arbeidsumhvorvi-vegleidingar

 

Seinnapartin undirvísti Birita H. Jacobsen, umsitingarleiðari, í týdningarmiklu hjásiti-uppgávuni. 

Eitt sera áhugavert og týdningarmikið evni - sum álitisfólk, er tað so umráðandi at verða væl ílatin til hendan partin av álitisfólkaarbeiðinum. Vit kunnu ongantíð undirstrika nóg nógv, hvussu umráðandi tað er, at framferðarhátturin er rættur, soleiðis at starvsfólk verða møtt virðiliga, og kenna seg væl viðfarnan í truplum arbeiðsstøðum. Truplar støður blíva minni truplar um vit handfara tær rætt.

Tit fáa framløguna í telduposti.

 

Takk fyri ein góðan og gevandi dag. vit síggjast í september.

Fleiri myndir.