02. jun. 2025
Tilmelding til Summarblaðið.
Nú ber til at skriva seg upp til summarblaðið frá Føroya Pedagogfelagi
Hesa ferð er mannagongdin eitt sindur ørvísi. Orsøkin er, at vit fáa alt ov nógv bløð retur og hetta er sera kostnaðarmikið og óneyðugt oysl.
Vit royna at fara grønari leiðir og blaðið er tí framvegis tøkt talgilt. Tey, sum tó framvegis ynskja at fáa góða gamla blaðið sendandi, kunnu í staðin tekna seg til tað.
Soleiðis vita vit, hvussu nógvir limir ynskja at fáa blaðið og hvussu nógv eintøk skulu prentast.
Um tú ynskir at fáa blaðið sendandi trýst her