Starvsfólk til Barnagarðin í Gerðinum.
Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingi/hjálparfólki.
Talan er um:
· Eitt eitt farloyvisstarv á 30 tímar í barnagarði/vøggustovu at byrja 04 august 2025 til 10 juli 2026
LÝSING AV STOVNINUM:
Barnagarðurin er ein stovnur, við einari vøggustovu og tveimum stovum til barnagarðsbørn. Harafturat umsita vit frítíðarskúlan, sum er fyri børn, sum ganga í 1. – 3. flokki.
Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.
Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjum spæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.
Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:
· At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið. 108065-na-msfrøðilig-stevnumið-fyri-dagstovnar.pdf (cdn.fo)
· At lata barnsins áhuga vera tað, sum stýrir dagliga virkinum á stovninum.
· At møta barninum, har tað er í menningini.
· Fría spælið.
· Kropp og rørslu.
· At brúka náttúruna.
· Mál og mentan
· Tvørfakligt samstarv.
VIT VÆNTA AV TÆR:
· At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður og kann arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
· At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins og stevnumið
· At tú sært møguleikar fram um forðingar
· At tær dámar at vera úti í náttúruni
· At tú hevur umsorgan fyri børnum
· At tú brennir fyri at vera við í námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
· At tú hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
VIT KUNNU BJÓÐA TÆR:
· Eitt starv har kroppur, rørsla, fría spælið eru ein stórur partur av gerandisdegnum.
· Eitt starv har áhugin hjá einstaka barninum er í hásæti.
· Ein starvsfólahóp sum er samansettur av dugnaligum, glaðum námsfrøðinugum og hjálparfólki, sum eru við til at skapa ein góðan og mennandi gerandisdag fyri starvsfólk og børn.
Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran, Conny S. Petersen á tel. 216202.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barna-váttanir (Barnaváttanarlógin)
Er hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1@office.fo í seinasta lagi fríggjadagin 04 juli 2025 kl 12.
.