Hevur tú námsfrøðiliga útbúgving og ynskir at starvast á Eiði?.
Dámar tær at brúka náttúruna til spæl og menning? Ynskir tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum? Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á títt arbeiði? Vilt tú hava góða tíð til fyrireiking? Hetta kanst tú fáa og nógv annað, um tú velur eitt starv á Eiði.
Korndalsgarður á Eiði søkir eftir
Einum námsfrøðingi at starvast í Korndalsgarði 30 tímar um vikuna
á vøggustovu ella barnagarðsstovu. Møguleiki er fyri at fáa fulla tíð
seinri. Vit ynskja ein námsfrøðing, ið hevur góð samstarvsevnir, ið
er jaligur og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og sum brennur fyri
at geva børnum góðar upplivingar. Starvið verður at byrja 1.
septembur 2025 ella skjótast gjørligt. Um eingin námsfrøðingur
søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Møguleiki er fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, og at møta
leiðaranum og álitisfólkinum áðrenn tú søkir. Meira fæst at vita
um starvið við at venda tær til leiðaran á tlf. 740410.
Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið
og Føroya Pedagogfelag.
Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær áðrenn 7. august 2025
kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verða at senda til
korndalsgardur@eidi.fo
Faldari um stovnin er at finna her:
https://www.eidi.fo/wpcontent/uploads/2023/07/Korndalsgardur-FALDARAI-2023.pdf
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa
barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.