Námsfrøðilig størv í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025-2026.
Hesi størv verða lýst leys: • 2 tíðaravmarkað størv í forskúlanum Brúgvin á 880 árstímar (lønarbrot 0,5) Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í gerandisdegnum, arbeiðstíðin er millum 08.00-12.00. • 1 tíðaravmarkað starv í miðdeild skúlans á 880 árstímar (lønarbrot 0,5)
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum
námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Námsfrøðiligu størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13-24.
Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 2-8.
Hjálparfólk í Sertoyminum eru lønt í lønarflokki 3-9.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða
skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19 august 2025 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo.
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen,
skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331 ella Jóhan T. Lervig varaskúlastjóra á tlf. 237133
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru
56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo