Atgongumerkjasølan til fakdagin er byrjað.
Nú ber til at keypa atgongumerki til fakdagin hjá Føroya Pedagogfelag
Dagurin er ætlaður øllum við áhuga fyri góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Sjóneykan verður sett á sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnað millum starvsfólk; hvat eiga og kunnu vit gera, bæði arbeiðsgevari, leiðslur og starvsfólk.
Vit viðgera týdningin av einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi við framløgum, ástøði, kanningum og kjaki. Ábit er við í prísinum.Óluva Zachariassen leiðir dagin. Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum setir dagin við hugleiðingum um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. Annika Helgadóttir leggur fram úr trivnaðarkanningini “Arbeiðið og tú”; og Súsanna Skaale viðgerð evnið um at skapa umsorganarfult arbeiðsumhvørvi.
Høvuðsrøðari er Per Isdal, sum tosar um kostnaðin av samkenslu. Kendi norðmaðurin hevur skrivað bókina “Medfølelsens pris”, og støði verður tikið úr hansara royndum á umsorganarøkinum.
Tiltakið er fríggjadagin 10. Oktober við Tjarnir kl. 09.00-15.30