Starvslýsing – Skúlin á Trøðni.
Skúlin á Trøðni leitar eftir tveimum eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum at styrkja okkara toymi.
Um Skúlan á Trøðni
Skúlin á Trøðni er ein serskúli í Havn, ætlaður børnum og ungum við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár – í serligum
førum til 21 ár. Skúlin virkar sambært løgtingslóg um serskúla og tekur ímóti næmingum úr øllum landinum, sum ikki
kunnu fáa nøktandi undirvísing í vanligum skúlaumhvørvi.
Undirvísingin í skúlanum verður skipað við støði í tørvi og fortreytum hjá tí einstaka næminginum. Í mesta lagi eru 4–6
næmingar í hvørjum flokki, og frálæran verður skipað í tøttum samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar. Mál okkara
er at menna næmingarnar fakliga, sosialt og persónliga – og at gera teir so sjálvbjargnar og sjálvstøðugar sum gjørligt.
Vit leggja stóran dent á trivnað, tryggleika og eitt umhvørvi, har næmingar og starvsfólk kenna seg væl og eru partur av
einum felagsskapi, ið byggir á álit, tolsemi og virðing.
Lærari – fulltíðarstarv frá 1. januar 2026
Vit søkja eftir einum lærara at byrja 1. januar 2026 í fulltíðarstarvi.
Námsfrøðingur – lønarbrot 0,769 (tíðaravmarkað starv)
Vit søkja eisini eftir einum námsfrøðingi í starvi við lønarbroti 0,769 at byrja 1. januar 2026. Starvið er tíðaravmarkað
fram til 18. juni 2026.
Vit ynskja okkum ein lærara og ein námsfrøðing, sum:
- hevur viðkomandi útbúgving og góðar fakligar førleikar
- dugir at arbeiða við næmingum við ymiskum tørvi
- arbeiðir sjálvstøðugt og í toymi
- hevur áhuga fyri fakligari menning og samstarvi
- hevur evni at stuðla og menna næmingar við ymiskum tørvi
- arbeiðir við nærlagni og empati
Vit bjóða eitt gott og áhugavert arbeiðsumhvørvi, við fakliga sterkum og dugnaligum starvsfelagum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í Skúlanum á Trøðni. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at
tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvið til námsfrøðingin verður lønt eftir avtalu við Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Um eingin námsfrøðingur søkir, tilskila vit okkum rætt til at seta hjálparfólk í staðin.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 14.
novembur 2026.
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 47 ella 48
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra á
tlf. 283213, umsóknir skulu sendast sum t-postur til: sat@sat.fo (viðmerk starv).