Búmerkið hjá felagnum
29. okt. 2025

Námsfrøðingar ella hjálparfólk til Dr. Margrethu Barnagarð.

Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum ella hjálparfólkum, ávikavist 20 og 30 tímar um vikuna, at byrja 05.01.2026, ella eftir nærri avtalu.

 

Eisini søkja vit eftir barsilsavloysara fyri námsfrøðing, 30 tímar um vikuna,

at byrja 01.03.2026

 

Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.

Størvini eru í vøggustovu í aldrinum 0 til 3 ár og barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 5/6 ár.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Vit leggja stóran dent á tú ert nærverandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.

 

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

 

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

 

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
 
Meira fæst at vita, við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
 

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 12.11.2025, kl. 12.00.

 

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 14

F0 - 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo

 

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo