Búmerkið hjá felagnum
23. sep. 2026

Fakdagurin 9. okt. 2026.

Nú nærkast til Fakdagin 9. okt. 2026 - Sum verður í Varpinum í Klaksvík

Eydna Skaale fer at leiða okkum í gjøgnum dagin.

Vit byrja kl.9 við kaffi og einum løttum bita.

Bjørt Samuelsen, gestarøðari setur dagin. Aftaná Bjørt kemur Emma Holten at hava fyrilestur fyri okkum, um týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði. Les um Emmu Holten her.

Síðani verður miðmáli at fáa.

Eftir miðmála vera tað Ingilín Strøm, Regin Berg og Niels Uni Dam, sum fara at hugleiða.

Seinnapartskøka og kaffi.

Pallborð: Maud Wang Hansen, Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø, sum hava ímyndað Føroya Pedagogfelag seinastu seturnar.

Vit enda dagin kl.15 við tónleiki og boblum.

Fólk, sum ikki eru limir kunnu keypa atgongumerkið á heimasíðuni hjá Varpinum. Ella við at trýsta á her.