Búmerkið hjá felagnum
  • Margit Stórá, Landstýriskvinna í Umhvørvismálum

    Setan av fakdegi hjá Føroya Pedagogfelagi.

    Góðu tit øll, Fyrst vil eg takka fyri, at eg havi fingið tann stóra heiðurin at sleppa at seta hendan fakdagin um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Evnið, vit savnast um í dag, er bæði týdningarmikið og viðkomandi fyri okkum øll – starvsfólk, leiðarar og borgarar. Arbeiðsplássið er ikki bara eitt stað, har vit loysa uppgávur og taka okkum av tí, sum skal gerast. Arbeiðsplássið er eitt stað, har vit brúka stóran part av okkara degi, og arbeiðsplássið hevur stóra ávirkan á, hvussu vit hava tað sum menniskju. Tá eg hugsi aftur á tíðina tá eg sum tannáringur norðuri í Fuglafirði arbeiddi á Flakavirkinum, mítt fyrsta veruliga arbeiðspláss, har vit arbeiddu aftaná skúlatíð og so eisini eitt ár, tá eg skuldi rinda skúlamøðina av mær, so minnist eg gott afturá ta tíðina. Tá hugsaði eg slett ikki um hugtøk, sum sálarligt ella fysiskt arbeiðsumhvørvi, - men vit høvdu tað gott, tá vit vóru til arbeiðis. Vit høvdu tað stuttligt. Sjálvar arbeiðsuppgávurnar vóru kanska ikki so spennandi, og summar beinleiðis møðisligar, men vit kendu okkum væl og vit føldu eisini, at vit vóru til nyttu. Kenslan er góð, tá eg minnist afturá. Tá ið vit fara til arbeiðis við einari kenslu av tryggleika, meining og felagsskapi, gevur tað okkum gleði og orku, sum vit taka við okkum heim. Men um arbeiðsumhvørvið er merkt av strongd, mistrivnaði og ótryggleika, fylgir tað okkum eisini heim. Tað er tí altavgerandi, at arbeiðsplássið er eitt stað, har starvsfólk trívast. At arbeiðsplássið er gott, er ikki bara umráðandi fyri starvsfólkið. Tað er eisini umráðandi fyri tey fólk, sum vit í okkara arbeiði møta. Serliga viðkomandi er tað fyri nógv av tykkum, sum hava ábyrgd av fólki, stórum ella smáum, ið hvønn dag hava tørv á tykkara umsorgan og stuðli. Tey sjálvi, foreldur teirra og onnur avvarðandi merkja beinanvegin, um umhvørvið og huglagið á staðnum eru gótt ella ikki. Tá ið tað sæst og merkist, at tey, sum arbeiða á staðnum, trívast og hava tað gott, skapar tað ein góðan og tryggan karm fyri tey, sum tit eru um. Og á sama hátt kennist tað beinanvegin, um staðið er merkt av ørkymlan og trupulleikum. Ein mamma ella ein pápi, sum kemur við barninum á stovn um morgunin, merkir skjótt, um námsfrøðingurin trívist og hevur yvirskot, ella um hann ella hon ikki hevur orku at vera til staðar og rúma onnur menniskju. Ein tílík støða kann ávirka allan dagin – bæði hjá barninum og foreldrunum. Men tað krevur arbeiði at fáa eitt arbeiðspláss, har sálarliga arbeiðsumhvørvið veruliga er gott. Tað krevur, at vit hava orð fyri, hvat tað er, sum ger okkum trygg og motiverað – og eisini, hvat kann tyngja. Tað krevur, at vit tora at tosa um tað, sum er torført, og at vit hava leiðslur, sum taka tað sálarliga arbeiðsumhvørvið í álvara og síggja tað sum eina sjálvfylgju áhaldandi at arbeiða við at skapa sálarligan tryggleika á arbeiðsplássinum. Tað er grundarlagið undir øllum øðrum. Tá vit trívast, tora vit at hugsa nýtt, tora at spyrja, tora at gera mistøk – og vit kenna okkum sædd og hoyrd. Tað er í slíkum umhvørvi, at bæði fólk og arbeiðsplássið kunnu vaksa og mennast. Sálarliga arbeiðsumhvørvi er eitt evni, sum eg brenni fyri. Í mínum egna arbeiði havi eg sæð, hvussu stóran týdning eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur fyri einstaka starvsfólkið og fyri arbeiðsplássið sum heild. Tá ið fólk kenna seg trygg, hoyrd og vird, gerast tey meira ágrýtin, nýhugsandi og opin fyri samstarvi. Eg havi eisini sæð hitt – hvussu stóran kostnað tað hevur, tá ið sálarliga arbeiðsumhvørvi ikki verður raðfest, eins og tað eigur. Tað ávirkar bæði arbeiðsgleði, samstarv og úrslit. Tí eri eg sannførd um, at hetta ikki bara snýr seg um, hvussu vit hava tað á arbeiðsplássinum, men eisini um fakliga dygd og ábyrgd mótvegis teimum, vit virka fyri. Kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi Síðstu árini er fokus flutt frá bert at snúgva seg um tað likamliga arbeiðsumhvørvið – til eisini at fevna um tað sálarliga. Hetta er ikki komið av sær sjálvum, men hetta er millum annað úrslitið av, at fakfeløgini hava tikið evnið í álvara, og hava arbeitt fyri at fáa greiðar reglur á økinum. Nú er kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi so komin í gildi, og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Tá eg fór inn í politikk, so var tað tí eg hevði eitt ynski um at kunna gera ein mun. Ljóðar kanska sum ein klisjé, men tað var veruliga tí. Tað er ikki hvønn dag í politiska arbeiðnum, at eg havi kensluna av at eg veruliga geri mun. Men tann løtan, tá eg slapp at skriva mítt navn undir kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, tá hevði eg veruliga kensluna av, at hetta var nakað, sum fór at gera ein mun – fyri nógv og í langa tíð. Sum tey ungu siga, so var tað feitt. Kunngerðin staðfestir, at tað sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur sama týdning sum tað likamliga ella tað fysiska. Hon gevur arbeiðsgevarum og starvsfólkum greiðar karmar fyri, hvussu skal arbeiðast við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og hon ásetur, at allir arbeiðsgevarar skulu tryggja, at arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at hædd verður tikin fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Kunngerðin vísir á seks einstakar ávirkanir, ið eru serliga týðandi fyri tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, og sum arbeiðsgevarar skulu taka atlit til: 1. Stór arbeiðsbyrða og tíðarneyð: Hetta er, tá ið tað er ójavnvág millum tær arbeiðsuppgávurnar og ta tíðina, sum starvsfólkið hevur til at loysa uppgávurnar. Sum starvsfólk uppliva vit nokk øll, at tað eru tíðarskeið, har nógv er at gera, og trýstið er eitt sindur høgt. Tað er í lagi, so leingi at hetta ikki stendur uppá ov leingi, og so leingi sum at tað eisini er tíð at hvíla seg og koma fyri seg aftur. 2. Ógreið og mótstríðandi krøv: Hetta er, tá ið uppgávur, krøv, ábyrgdarbýti og so framvegis ikki eru greið ella kanska enntá at mótstríðandi boð verða givin frá fleiri síðum. 3. Høg kenslulig krøv: Høg kenslulig krøv gera seg serliga galdandi í størvum, har vit arbeiða tætt við menniskjum. Tit arbeiða við menniskjum, sum á ymiskan hátt treingja til tykkara umsorgan, og nærveru, og tað ger tað serliga týdningarmikið, at tit sjálvi hava tað gott. Tí fyri at kunna geva øðrum nakað, mugu vit sjálvi hava nakað at geva av. 4. Niðrandi atburður: fevnir um happing, kynsligan ágang og aðra niðurgerandi atferð millum starvsfelagar. Tá ið talan er um niðrandi atburð, er tað avgerandi, hvørt tann útsetti persónurin kennir atburðin sum niðrandi. 5. Harðskapur í arbeiðstíð: Harðskapur her er tá ið onkur, sum ikki er partur av starvsfólkahópinum fremur harðskap móti einum starvsfólki. Til dømis ein borgari, ein avvarðandi, ein næmingur ella sjúkligur. Harðskapur fevnir bæði um sálarligan og likamligan. 6. Harðskapur uttan fyri arbeiðstíð: Hetta fevnir um harðskap, sum er uttan fyri arbeiðstíð, men sum man sum starvsfólk kann vera í vanda fyri at uppliva orsakað av sínum starvi. Aftur her fevnir harðskapur um bæði likamligan og sálarligan harðskap. Dømi um hetta er, at starvsfólk í sínari frítíð møtir borgara ella avvarðandi, ið hóttir seg ella leggur á seg. Hetta vóru tær seks einstaku orsøkirnar, ið eru serliga týðandi fyri tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, og sum arbeiðsgevarar skulu taka atlit til. Men lógir og kunngerðir skapa ikki trivnað av sær sjálvum – tað gera menniskju. Kunngerðin, hendan kunngerðin er karmurin. Tí er tað okkara felags ábyrgd at gera tað sálarliga arbeiðsumhvørvið til ein náttúrligan part av gerandisdegnum, og tað er umráðandi, at allir partar eru við. Tað eru: Arbeiðsgevarin/leiðslan, starvsfólk, trygdarumboð og álitisfólk. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at skapa umstøður, sum fremja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi sambært kunngerðini. Arbeiðsgevarin skal: - meta um vandar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum, - seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, - hava virkið eftirlit við arbeiðinum, - gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu brot og fráboðanir verða handfarnar. og - hava neyðuga fakliga vitan – ella fáa hjálp uttanhýsis, um vitanin manglar. - Hann skal somuleiðis tryggja, at starvsfólk fáa neyðuga upplæring og leiðbeining um, hvussu arbeiðið verður útint á tryggan og heilsugóðan hátt. Starvsfólk skulu vera viðspælarar og samstarva við arbeiðsgevaran/leiðaran um átøk, ið verða gjørd fyri at fremja gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. Eisini mugu starvsfólk gera sítt til at skapa eitt gott arbeiðspláss, har øll trívast. Tey mugu vera við til at tosa opið um avbjóðingar og vera við til at skapa eina mentan, har tosað verður um tingini, áðrenn trupulleikar stinga seg upp. Sambært lóggávuni skal arbeiðspláss við ávísari stødd hava trygdarumboð. Trygdarumboðið hevur ábyrgd av at halda eyga við bæði likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Trygdarumboðið er bindilið millum starvsfólk og leiðslu og skal gera vart við og hjálpa at loysa viðurskifti, sum kunnu ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið. Álitisfólk hava somuleiðis ein týðandi leiklut í at styrkja tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tey eru ein trygd fyri, at starvsfólk hava onkran av venda sær til, um tey møta avbjóðingum á arbeiðsplássinum, og tey hava eisini ein virknan lut í at loysa trupulleikarnar saman við leiðsluni. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er myndugleiki á økinum, og hevur tí ábyrgd av at kunna og vegleiða á økinum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera eftirlit á arbeiðsplássum, og tá ið krøvini í kunngerðini ikki verða fylgd, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið áleggja arbeiðsgevarum at fáa viðurskiftini í rætt lag innan ásetta freist. Eg fegnist um, at móttøkan av kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur verið so góð. Tað vísir, at vit sum samfelag arbeiða móti einum arbeiðslívi, har trivnaður og sálarlig heilsa verða tikin í álvara. Við hesum hava vit tikið eitt týdningarmikið stig á røttu leiðini – vit nærkast einari framtíð, har tað ikki longur er neyðugt at siga “likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi”, men einans “arbeiðsumhvørvi”. Tá eru vit komin so langt, at vit síggja tað sum sjálvsagt, at arbeiðsumhvørvi fevnir minst líka nógv um sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum sum um likamliga partin. Eg fegnist somuleiðis um, at pedagogfelagið hevur tikið stig til at skipa fyri hesum spennandi degnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hetta vísir, at tit taka sálarliga arbeiðsumhvørvi í størsta álvara, og at tit eru viðspælarar í arbeiðinum at gera eina mentan, har trivnaður og virðing eru sjálvsagdir partar av arbeiðsdegnum. Eg vóni, at dagurin gevur tykkum høvi at steðga á og hugleiða um evnið – bæði í mun til tykkara egna arbeiðsdag og til tann felagsskap, tit eru partur av. Slíkir dagar geva okkum møguleika at menna nýggj sjónarhorn og finna nýggja orku til at fara víðari. Eg gleði meg eisini til at luttaka í pallborðskjakinum seinni í dag og hoyra tykkara royndir og tankar um evnið. Takk fyri og góðan fakdag!

  • Summarblað

    Pedagogblaðið.

    So er summarblaðið borið út - "Glottar at hóma, hóast verðin kennist ótrygg"

  • Tryggleikin verður tikin frá okkum!!.

  • Námsvarp

    Samrøða við Svend Brinkmann, professari í sálarfrøði á Aalborg universiteti.

    Í hesi upptøku hoyra sigur Svend nakað um, hvat námsfrøði er, og hvat námsfrøði kann, og hví hugtakið ''dannelse'', tvs. hvussu vit mennast og menntast, hevur serligan týdning innan okkara yrki, eins væl og innan lærarayrki. Aftrat hesum, kemur Svend bæði breitt og djúpt inn á trivnað og mistrivnað millum børn og ung, og serliga okkara fokus - og yvirfokus - á hesum økið í nýggjari tíð.

Tíðindi.

Her kunnu nýggjastu tíðindini frá Pedagogfelagnum lesast

Vís øll tíðindi
Vís øll tíðindi

Visjón

Tryggleiki og trivnaður.

Føroya Pedagogfelag er felagið fyri øll, sum starvast á námsfrøðiliga økinum í Føroyum, stovnað við tí endamáli at tryggja tryggleika og trivnað fyri bæði pedagogar og børn. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at tryggja góðar treytir og fakliga menning til frama fyri børnini og samfelagið.
Les meira

Tiltøk.

Komandi fundir/tiltøk

Vís øll tiltøk
Vís øll tiltøk